Fýra greiningarrit fingið stuðul

Granskingarráðið boðar frá at fyrstu játtanirnar av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum eru nú latnar

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA - hevur gjørt av at játta tilsamans 965.000 kr. til fýra greiningarrit (Policy Papers).

 

Endamálið við greiningarritunum er at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Ritini eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni.

 

Tilsamans seks umsóknir vóru um játtanir til greiningarrit. Tey fýra ritini, ið fáa stuðul, eru:

 

Organiseringen af Forsvars-, Udenrigs- og Sikkerhedspolitik under Hybrid Suverænitet - Ulrik Pram Gad. Dansk Institut for Internationale Studier

Játtan: 250.000 kr.

 

The Faroe Islands, Small States and the Allliance Dilemma - Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya

Játtan: 248.610 kr.

 

Hybrid Threats in the North Atlantic - Tobias Liebetrau, Center for Military Studies, Department of Political Science, Københavns Universitet

Játtan: 242.125 kr.

 

Resilient communication infrastructures in the North Atlantic - Signe Ravn-Højgaard, The Think Tank for Digital Infrastructures

Játtan: 224.556 kr.

 

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum. Tilsamans eru 15,7 mió. kr. miljónir játtaðar í tíðarskeiðnum 2023-2026.

 

Umframt greiningarritini er møguleiki at stuðla tveimum granskingarverkætlanum í ár við upp til 3 mió. kr. hvør. Umsóknarfreistin at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir er 2. mai.

 

Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.