Fýra kommunulæknar fluttir niðan í Berjabrekku

Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku.

Fleiri læknar eru fluttir niðan í nýumvældu læknahúsini í Berjabrekku. Millum annað eru læknarnir Katrin Danielsen, Rúni Nólsøe og Sigrid Nónsgjógv fluttir niðan í Berjabrekku. Sostatt er eingin læknaviðtala eftir í Miðlon.

 

Hetta skrivar torshavn.fo.

 

Harumframt er viðtalan hjá Ingu Maretu Joensen flutt niðan aftur í Berjabrekku, og frá 1. mars 2024 kemur Jón Roi Jacobsen eisini at starvast sum lækni í Berjabrekku.

 

Dagførda kunning um læknaviðtalurnar í Tórshavnar kommunu eru at finna á heimasíðuni hjá kommununi, upplýsir orshavnar kommuna á torshavn.fo.