Fýra mans hava sovið í brummunum í nátt

Løgreglan hevur havt fult hús í nátt. Fýra mans vórðu handtiknir

Løgreglan hevur havt úr at gera seinasta samdøgrið og havt ikki færri enn fýra persónar sovandi í brummunum á poltistøðini.

 

Fyrsta var um húsaófrið í Havn. Men tað vísti seg tó, at óynskti persónur var farin avstaðaftur, áðrenn løgreglan kom fram. Men seinnni, um 23 tíðina, vóru aftur boð eftir løgregluni til sama bústað, tí nú var óynskti persónurin komin aftur. Tað endaði við, at persóurin var tikin við á politistøðina, og her liggur hann, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Um 19 tíðina vóru boð eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn. Har var ein persónur, sum var týðuliga ávirkaður, sum rópti og skríggjaði, sigur vaktleiðarin. Viðkomandi fekk eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar. Av tí at viðkomandi var so ólátaður endaði persónurin var eisini hann tikin við á støðina og endaði í brummuni.

 

Ein annars rættiliga uppfarandi persónur á sama skeinkistað tykstist at vera í so ávirkaður. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar.

 

Tá ein patrulja hjá løgregluni koyrdi í búnum um midnáttarleitið kom hon fram á tveir mans, sum lógu og bardust. Teir vóru brøður. Tað endaði við, at báðir vórðu handtiknir og skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, og eisini teir endaðu í brummuni hjá løgregluni.