Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa og øðrum hvítfiski, og flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.
Eitt par fiskar gulllaks.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur upsaskip fara út aftur um vikuskiftið.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og skipini koma væntandi inn at landa í næstu viku.
Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri. Teir koma inn at landa síðst í næstu viku - ella fyrst í aðru viku.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski, og báðir koma inn at landa í næstu viku.
- Ein trolbátur er á Íslandsrygginum. Teir koma eisini inn at landa í næstu viku.
Trý garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava smáligan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.











