Magnus Pauli er nýggjur arbeiðsformaður

Hann byrjaði í nýggja starvinum hin 3. august, og í kommununi ynskja tey honum vælkomnum

Eiðis kommuna hevur nú sett nýggjan arbeiðsformann hjá kommununi. 

 

- Talan er um 30 ára gamla eiðismannin, Magnus Paula Hammer.

 

Hann byrjaði í nýggja starvinum hin 3. august. 

 

- Vit vilja ynskja Magnusi Paula Hammer hjartaliga vælkomnan í nýggja starvið.

 

Hetta kunnger Eiðis kommuna á síni heimasíðu í dag.