Sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar vórðu boðsendir oman í Steinatún um sekstíðina í kvøld, har boðað varð frá eldi á vesinum við bussteðgistaðið.
Tað sást týðuliga, at eldur var inni á einum av vesinum, sum kundi bent á, at eldur er ásettur.
Eldur var í hinum almenna vesinum hjá Tórshavnar kommunu í miðbýnum í Havn í november 2024. Tann eldurin var á settur, og tað vesið er ikki umvælt enn.
Skaðin á vesinum í Steinatúni tyktist ikki at vera líka stórur, men har var sót um allan bygningin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















