Fýra vikur handan rimar

Maðurin, sum politiið tók í gjár, eftir at teir møttu upp at handtaka ein annar persón, var í grundlógaravhoyring í dag.

Maðurin, sum politiið tók í gjár, eftir at teir møttu upp at handtaka ein annar persón, var í grundlógaravhoyring í dag

 

Tað byrjaði við, at politiið í gjár leitaði eftir einum persóni, sum skuldi møta í rættinum gjáramorgunin sum vitni.

 

Teir fingu síðani at vita, hvat hesin maðurin var, og politiið visti, at hetta var heima hjá einum manni, sum hvørki vildi síggja ella hoyra um politiið.

 

Teir fóru tí mannsterkir á staðið, har teir uttan trupulleikar handtóku mannin, sum skuldi verða vitni í málinum hjá einum øðrum manni í rættinum.

 

Men maðurin, sum búi har, gjørdist beinanvegin frá sær sjálvum, og tað endaði við, at politistarnir handtóku mannin.

 

Hann kom so fyri rættin í grundlógaravhoyri í dag, og har kravdi Linda Hesselberg referatforboð frá frágreiðingini hjá skuldsetta manninum.

 

Hann var skuldsettur fyri at hava hótt politistarnar í trimum førum. Í húsunum, á veg til politistðøðina í Havn, og á veg til detentiónina í Klaksvík.

 

Maðurin noktaði seg sekan.

 

Í niðurstøðuni kravdi Linda Hesselberg varðhaldsfongsling í fýra vikur, meðan verjin, Jógvan Páll Lassen, kravdi fríkenning.

 

Dómarin valdi at ganga kravinum frá ákæranum á møti, og maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Skuldsetti og verji hansara kærdu avgerðina til landsrættin.