Fyri 25 árum síðan:

William Heinesen fekk H.C. Andersens legat í 1979

Rithøvundurin William Heinesen (1900-1991) fekk tillutað "H.C. Andersens legat" upp á 10.000 krónur. Handanin fór fram á føðingardegi hansara 2. apríl 1979.

Tað var nevndin í danska rithøvundafelagnum, sum tillutaði 79 ára gamla William Heinesen virðislønina.

Onnur sum hava fingið hesa virðislønina eru t.d.: Tom Kristensen, Benny Andersen, Karl Bjarnhoff og Tove Ditlevsen.

Kelda: Myndaárbókin ? árið ið fór 1979