Fyrilestur um battaríburturkast

Mikudagin 19. juni kl. 12.00 verður netfyrilestur um verandi handfaring av battaríburturkasti í Føroyum, Bornholm og Íslandi. Fyrilesturin tekur støði í nýggjari frágreiðing, ið er gjørd fyri smásamfelagsbólkin og arbeiðsbólkin fyri ringbúskap undir Norðurlendska Ráðharraráðnum

Mikudagin 19. juni kl. 12.00 verður netfyrilestur um verandi handfaring av battaríburturkasti í Føroyum, Bornholm og Íslandi. Fyrilesturin tekur støði í nýggjari frágreiðing, ið er gjørd fyri smásamfelagsbólkin og arbeiðsbólkin fyri ringbúskap undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.  

 

Seinastu mongu árini hevur nýtslan av battaríum verið vaksandi, bæði altjóða og í norðurlendskum høpi. Vøksturin hevur avbjóðingar við sær; eitt nú, at battarí ikki verða burturbeind á rættan hátt. Undir netfyrilestrinum verða úrslitini og viðmælini úr frágreiðingini løgd fram. Sambært frágreiðingini er eitt nú tørvur á: 

 

– Vegleiðing og stuðul til at fáa sum mest burturúr battaríum, og til innsavning av battaríburturkasti.  

 

– Betri innsavningar- og goymsluskipanir, sum stuðla undir, at battarí kunnu goymast í longri tíð, áðrenn tey verða send til endurnýtslu.  

 

– At seta í verk framleiðara- ella innflytaraábyrgd, soleiðis at kostnaðurin av at burturbeina t.d. elbilar er íroknaður í søluprísinum. 

 

Tekna teg til fyrilesturin við at senda teldupost til apo(at)norion.dk.  

 

Les frágreiðingina “Batterier i nordiske småsamfund” her.

 

Styttri policy briefs fyri Bornholm, Føroyar og Ísland kunnu lesast her.