Fyrireika nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn

Landsstýrið hevur eitt grundøki í boðið til nýtt sjúklingahotell tætt við Ríkissjúkrahúsið

Tað upplýsir Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvør er ætlanin hjá landsstýrinum við sjúklingahotellinum í Keypmannhavn?

2. Er landsstýrið sinnað at samstarva við donsku stjórnina um at víðka um sjúklingahotellið?

Í svarinum til fyrra spurningin vísir landsstýriskvinnan á, at í longri tíð hevur tað víst seg, at sjúklingahotellið í Keypmannahavn er ov lítið í mun til verandi tørv.

– Tað kemur við jøvnum millumbili fyri, at hotellið er fult, og neyðugt er at leiga hotellkømur í býnum. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran, hvørki sjúklingar, avvarðandi ella sjúklingahotellið, sigur hon.

Hóast hesar avbjóðingar, verður tað áhaldandi arbeitt við at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt.

– Millum annað kann nevnast, at tað nú eru tveir bussar, sum koyra sjúklingar og avvarðandi, sum ger flutningin bæði lættari og smidligari, sigur landsstýriskvinnan.

Tað er staðfest, at tað ikki er møguligt at økja kapasitetin á sjúklingahotellinum ella í bygninginum, har sjúklingahotellið húsast í dag.

– Tí er Heilsumálaráðið, saman við Sjúkrahúsverkinum, farið undir at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega sjúklingahotellinum í Keypmannahavn størri hølir, sum kunnu nøkta verandi og framtíðar tørvin, sigur Súsanna Bertholdsen.

Til seinna spurningin svarar landsstýriskvinnan, at eftir at hava fingið heimild frá landsstýrinum, hevur Heilsumálaráðið samskift við Transportministeriet, sum hevur víst á eitt møguligt grundøki tætt við Ríkissjúkrahúsið, sum kundi verið nýtt til sjúklingahotell.

– Í samráð og við heimild frá Transportministeriet, hevur Heilsumálaráðið, saman við Sjúkrahúsverkinum og Fíggjarmálaráðnum, havt ein innleiðandi fund við Bygningsstyrelsen í síðstu viku. Á fundinum vórðu umrøddir møguleikar fyri ráðgeving og samstarvi í sambandi við útvegan av nýggjum sjúklingahotelli í Keypmannahavn, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svarinum til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.