Fyrrra steypakapping í estetiskum fimleiki, verður í høllini á Hálsi í Havn 18. Januar.
Estetiski fimleikurin er byrjaður aftur, og í ár luttaka 16 lið úr trimum fimleikafeløgum.
Tey eru Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósi. Kappingin hjá pinkum og smágentum byrjar kl.13.00 og kappingin hjá gentum, unglingum og kvinnum byrjar kl. 15.00.Kappingin verður stroymd á KVF, boðar Føroya Fimleikasamband frá.