Boris Spasskij, sum var fyrrverandi heimsmeistari í talvi, er deyður, 88 ára gamal. Hetta upplýsir altjóða talvsambandið (FIDE) í kvøld.
Hann gjørdist longu sum 18 ára gamal stórmeistari, og Boris Spasskij var ein úrmælingurin innan talvheimin.
Tað var eftir at hava vunnið á Tigran Petrosjan, at hann gjørdist heimsmeistari longu í 1969.
Boris Spasskij umboðaði sovjettiska OL-liðið sjey ferðir, men flutt til Fraklands í 1976, og har umboðaði hann Frakland í trimum olympiadum.
Vit kunnu til stuttleikar leggja aftrat, at um vit fara fleiri ár aftur í søguna, eydnaðist tað einaferð John Rødgaard at telva remis móti fyrrverandi heimsmeistaranum.