Chrystia Freeland, fyrrverandi kanadisk fíggjarmálaráðfrú og uttanríkisráðfrú, fer úr tjóðartinginum í høvuðsstaðnum Ottawa fyri at gerast búskaparráðgevi hjá Ukraina.
Hesum boðaði hon frá mánakvøldið í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Sambært tíðindastovuni AFP hevur Freeland sjálv ukrainska bakgrund, og hon er sett í starvið av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky.
- Ukraina er á odda í dagsins alheims stríði fyri fólkaræði, og eg fegnist um hendan møguleikan at stuðla á óløntum grundarlagi sum búskaparráðgevi hjá Zelensky forseta, skrivar hon.
57 ára gamla Freeland fer eisini úr starvinum sum serligt umboð fyri Kanada fyri endurbygging av Ukraina.
Chrystia Freeland er fyrrverandi journalistur og tosar flótandi ukrainskt, enskt, franskt, italskt og russiskt.
Hon var fyrsti kvinnuligi fíggjarmálaráðharrin í Kanada, og hon hevur fyrr verið varaforsætisráðfrú.
Volodymyr Zelenskyy boðaði eisini fyrr mánadagin á X frá, at Freeland varð settur sum ráðgevi á búskaparmenningarøkinum.
- Chrystia er sera dugnalig á hesum økjum og hevur drúgvar royndir við at fáa íløgur og at fremja búskaparligar umleggingar, skrivar ukrainski forsetin.
Freeland varð vald í kanadiska tjóðartingið í 2013, har hon undir fyrrverandi forsætisráðharranum Justin Trudeau var fíggjarmálaráðfrú, uttanríkisráðfrú og altjóða handilráðfrú.
Fyri einum ári síðani stillaði Freeland upp sum valevni at avloysa Justin Trudeau sum leiðara í Liberala flokkinum og sum forsætisráðfrú eftir at hann legði frá sær í stjórnini.
Hon tapti, men fór upp í stjórnina undir Mark Carney, forsætisráðharra.
Sambært bretska miðlinum BBC tekur Freeland eisini við starvinum sum leiðari fyri Rhodes Trust, sum er ein bretskur útbúgvingarfelagsskapur, í juli.
/Ritzau/











