Fyrrverandi russiskur forseti: Evropa smikraði fyri Trump

Dmitry Medvedev kallar ukrainska forsetan fyri ein klovn og heldur, at evropiskir leiðarar mistóku seg á fundinum í USA.

Næstformaðurin í russiska trygdarráðnum, Dmitry Medvedev, heldur, at evropeiskir leiðarar smikraðu fyri Trump forseta, tá teir hittu hann í Hvítu Húsunum mánadagin. (Skrámynd). - Mynd: Aleksej Maishev

Evropearar megnaðu ikki at fáa tamarhald á amerikanska forsetanum, Donald Trump, á fundinum hjá evropeisku leiðarunum í Hvítu Húsunum í gjár.

Í staðin takkaðu tey honum og smikraðu fyri honum.

Tað sigur næstformaðurin í russiska trygdarráðnum og fyrrverandi forsetin Dmitrij Medvedev á sosiala miðlinum X.

Her kallar hann eisini ukrainska forsetan sum ein klovn.

- Anti-russiska krígsførandi samgongan megnaði ikki at yvirhála Potus (Trump forseta, ritstj.) á heimavølli sínum. Evropa takkaði og smikraði fyri honum, skrivar Medvedev.

Sjey evropeiskir leiðarar og aðalskrivarin í NATO hittu í gjár í Hvítu Húsunum amerikanska forsetan og forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, fyri at tosa um kríggið í Ukraina og ein møguligan enda á krígnum.

Á fundinum lovaði USA at samstarva við Evropa og veita trygdarváttan til Ukraina.

- Spurningurin er, hvønn tóna klovnurin í Kiev fer at spæla um trygd og øki heima, tá hann aftur er ílatin sín grøna hernaðarbúna, skrivar Medvedev á X.

Medvedev hevur havt ein framstandandi leiklut í russiskum politikki í nógv ár. Hann var forseti í Russlandi frá 2008 til 2012, forsætisráðharri frá 2012 til 2020 og er framvegis tætt við toppin í stjórnini í dag.

Eftir fundin í Hvítu Húsunum mánadagin skulu Zelensky og russiski forsetin, Vladimir Putin, eftir ætlan hittast. Tíð og stað fyri fundin er ikki greitt enn.

Putin var sjálvur gestur í USA, tá hann fríggjadagin hitti Trump á eini hernaðarstøð í Anchorage í Alaska. Kríggið í Ukraina var eisini á skránni her.

Trump hevur sagt seg vera føran fyri at enda kríggið í Ukraina, men higartil hevur einki gjøgnumbrot verið í samráðingunum.

Týsdagin hittast evropeisku leiðararnir í Evroparáðnum og samgonguni hjá teimum stuðlandi at umrøða útlitini fyri friði í Ukraina.

 

/Ritzau/

 

 

 

Næstformaðurin í russiska trygdarráðnum, Dmitry Medvedev, heldur, at evropeiskir leiðarar smikraðu fyri Trump forseta, tá teir hittu hann í Hvítu Húsunum mánadagin. (Skrámynd). - Mynd: Aleksej Maishev