Fyrrverandi skotski fyrstiráðharrin Alex Salmond er deyður

Alex Salmond, sum í fleiri ár stríddist fyri sjálvstýri Skotlands, er deyður. Hann gjørdist 69 ára gamal.

Alex Salmond, fremsti tjóðskaparmaður í Skotlandi, er deyður. Hann gjørdist sjúkur eftir røðu í Norðurmakedónia leygardagin og doyði. Myndin er frá vígsluni hjá Charles kongi í 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Pool/Reuters

Alex Salmond, fyrrverandi fyrsti ráðharri í Skotlandi, er deyður 69 ára gamal.

Blaðið Daily Record skrivar, at hann doyði eftir at hava hildið røðu leygardagin í Norðurmakedonia.

Salmond var leiðari í skotska tjóðskaparflokkinum (SNP) frá 1990 til 2000 og aftur frá 2004 til 2014.

Hann var fyrstiráðharri (stjórnarleiðari) frá 2007 til 2014 og stríddist fyri at loysa Skotland frá restini av Bretlandi.

Í 2014 fingu hann og hini loysingarfólkini í Skotlandi fólkaatkvøðuna um loysing, sum teir leingi høvdu stríðst politiskt fyri at fáa.

Alex Salmond fær stóran part av æruni í Skotlandi fyri at hava fingið fólkaatkvøðuna.

Men tá úrslitið av fólkaatkvøðuni 18. september 2014 kom, stóðu Salmond og vongur hansara sum taparar.

Yvir 55 prosent av veljarunum atkvøddu fyri at varðveita Skotland sum part av Bretlandi.

Seinni sama ár legði Alex Salmond frá sær sum ráðharri og leiðari í SNP.

Í hansara stað kom Nicola Sturgeon, sum Salmond hevði nakrar stórar samanbrestir við.

BBC skrivar, at hann var illur um mátan, stjórn hennara viðgjørdi mál, har hann varð ákærdur fyri at vera ágangandi.

Á einum rættarmáli í Edinburgh í 2020 varð hann fríkendur fyri ákærur um kynsligan ágang.

Í 2021 stovnaði Salmond ein nýggjan tjóðskaparflokk, Albaflokkin. Hann var leiðari í hasum flokkinum til hann doyði.

Keir Starmer, bretski forsætisráðharrin, sigur í eini fráboðan um deyðan, at Salmond var ein "monumentalur persónur" í politiska heiminum.

- Í meira enn 30 ár var Alex Salmond ein monumentalur persónur í skotskum og bretskum politikki. Hann leggur ein varandi arv eftir seg, sigur forsætisráðharrin.

Fyrrverandi forsætisráðharrin, Rishi Sunak, úr Konservativa flokkinum, kallar eisini Salmond fyri "ein stóran persón í okkara politikki".

Anas Sarwar, forkvinna í Arbeiðaraflokkinum í Skotlandi, sigur sambært dpa:

- Hann var ein sentralur persónur í politikki í yvir trý áratíggju. Syrgiligu tíðindini um deyða Alex Salmond í dag koma sum eitt sjokk fyri øll, sum kendu hann í Skotlandi, í Bretlandi og uttanlands.

Í 1981 giftist Salmond Moira McGlashan, sum er 17 ár eldri enn hann. Hjúnini áttu eingi børn.

Ritzau/Reuters

 

Alex Salmond, fremsti tjóðskaparmaður í Skotlandi, er deyður. Hann gjørdist sjúkur eftir røðu í Norðurmakedónia leygardagin og doyði. Myndin er frá vígsluni hjá Charles kongi í 2022. (Savnsmynd). - Mynd: Pool/Reuters