Fyrrverandi venjari hjá Liverpool er deyður

Fyrrverandi franski landsliðsvenjarin, Gerard Houllier, er deyður 73 ára gamal. Hevur stríðst við sjúku í longri tíð

Altjóða miðlar skriva í dag, at Gerard Houllier er deyður 73 ára gamal. Hann er fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Fraklandi, og hevur verið venjari hjá feløgum sum PSG, Lyon, Aston Villa og Liverpool.

Gerard Houllier vann sítt fyrsta meistaraheiti sum venjari hjá Paris Saint Germain í 1986. Síðani var hann fleiri ár knýttur at franska Fótbóltssambandinum, har hann var hjálparvenjari, venjari og tekniskur stjóri. Hann eigur lut í HM-heitinum hjá Fraklandi á heimavølli í 1998.

Hann var landsliðsvenjari frá 1992 til 1993, men í evstu løtu glapp luttøkan til HM 1994 í USA. Hetta er ein umstrídd støða, har kendi David Ginola er skurkurin, tí hann var ov djarvur við bóltinum í yvirtíðini móti Bulgaria, sum fór avstað við bóltinum og skoraði.

Í 1998 bleiv hann venjari í Liverpool saman við Roy Evans, ið hevði verið venjari í nøkur ár. Hetta riggaði illa og Roy Evans takkaði fyri seg. Gerard Houllier var nú tann fyrsti venjarin útifrá í longri tíð í Liverpool. Eitt felag sum ikki kláraði seg í kappingini við Manchester United og Arsenal.

Gerard Houllier verður av mongum í Liverpool mettur sum maðurin, ið fekk gjørt felagið nýmótans og fekk tað inn í nýggju øldina. Liverpool vann í 2001 Liga Cup, FA Cup og UEFA Cup, umframt at vinna Stórsteypadystin og UEFA Super Cup.

Sjúkan ger um seg

Í oktobur 2001 kom Gerard Houllier ikki inn á leikvøllin, tá Liverpool skuldi spæla móti Leeds United. Hann hevði fingið hjartatrupulleikar. Fimm mánaðir seinni kom hann aftur og Liverpool bleiv nummar tvey í Premier League. Alt sá gott út á summri 2002, men vánalig innkeyp gjørdi at Gerard Houllier misti takið í Liverpool og takkaði fyri seg í 2004.

Gerard Houllier bleiv síðani venjari hjá franska Lyon, sum domineraði í fronskum fótbólti. Her vann hann tvey meistaraheiti. Gerard Houllier var eitt stutt skifti aftur í franska Fótbóltssambandinum, áðrenn hann tók við sum venjari hjá Aston Villa í 2010. Hann gavst eftir minni enn eitt ár, tí heilsan fór at bila.

Fleiri spælarar og fólk í fótbóltsheiminum hava víst sína virðing á sosialu miðlunum í dag. Aftirgangandi fyri tey flestu er, at tey nevna at hann var eitt gott menniskja, ið vildi øllum tað besta. Ein væl lýddur maður í fótbóltsheiminum er farin.