Ein streymur av óstøðugari luft og vetrarælum av landnyrðingi liggur yvir okkum. Leygardagin fer eitt lágtrýst framvið beint sunnan fyri Føroyar, meðan eitt brúgvalag væntandi fer framvið av norðri sunnudagin. Síðani heldur eitt hátrýst yvir Norðsjónum brúgvaløgini vestan fyri Føroyar og tað verður lýggjari aftur.
Í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, skýggjað og ælaveður, annaðhvørt regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 hitastig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl fyrrapartin. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum eitt bil makar og seinni lækkar í útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina hækkar í ein útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Eitt skifti regn ella vátaslettingur. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, norðanfyri eitt sindur kaldari.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin lækkar í útsynning. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 2 og 7 stig. Um kvøldið lækkar hann í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt og hitin millum 2 og 7 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað, men fyri tað mesta turt. Hitin millum 3 og 7 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Sólglottar og turt og hitin millum 3 og 7 stig.