Fyrsta bønhúsið 40 ár

Mánadagin kunnu ørvingar hátíðarhalda, at liðin eru 40 ár síðani fyrsta bønhúsið av sínum slagi í nýggjari tíð varð vígt og tikið í nýtslu. Hetta hendi 1. sunnudag í advent í 1966 av Jákupi Joensen, varabispi.

Fyrstu stigini til bønhúsið vórðu tikin eftir ein fund í Ólavstovu í bygdini hin 26. juni 1964.
Økið og tekning vórðu útvegað, eins og landið og kommunan lótu stuðul til ætlanina. Kortini kom mesti peningurin inn frá bygdarfólkinum sum skipaði fyri ymiskum peningasavnandi tiltøkum.
Í reglugerðini fyri bønhúsið verður sagt, at húsið skal brúkast til gudstænastur og altargongd og onnur kristilig tiltøk innan fólkakirkjuna, umframt mentunarlig tiltøk, sum eru hóskandi fyri eitt slíkt hús.
Tey fyrstu árini var eingin urga í húsinum. Henda kom í 1984, tá ein tvíræddað urga kom í húsið.
Eitt annað sermerki fyri Bønhúsið í Øravík er, at tað varð upphitað við elovnum tey fyrstu mongu árini. Fyri nøkrum árum síðani varð miðstøðuhiti lagdur í húsið.
Men við teirri dýru oljuni var hetta vorðið til eina munandi útreiðslu fyri húsið. Tá so húsinum stóð í boði at royna eina hitapumpu varð tikið av hesum. Royndirnar higartil hava verið so góðar, at avgjørt er at halda fram við henni.
Umframt gudstænasturnar er Bønhúsið í brúki hvønn sunnudag til sunnudagsskúla og juniorarbeiði.