Ein bóndi á Kalsoynni meldaði í gjár nakrar útlendingar, sum fóru í hagan hjá honum uttan at hava fingið loyvi. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir verða skuldsettir fyri brot á grein 41 í »hegn- og markfredningsloven«, sum er ein gomul lóg frá 1937.
– Hetta er fyrstu ferð, í øllum førum sum vit vita um, at nakar er meldaður fyri brot á hesa greinina í lógini, sigur vaktleiðarin.
Sum skilst stóðst ósemjan av, at útlendingarnir ikki vildu gjalda fyri at fara í hagan, men vóru farnir kortini, og tí vóru teir meldaðir.
Teir verða tí skuldsettir og kunnu vænta sær eina bót upp á 1.000 krónur.