Fyrsta grindin deyð í Tjørnuvík

Ein grind legði beinini í Tjørnuvík í dag, og tað er fyrsta grindin har, sum fólk vita um. Tjørnuvík hevur ikki verið hvalvág, men bleiv fyri nøkrum árum síðani góðkend sum royndarhvalvág. Fyrsta royndin var so í dag, og hon gekk væl.

Grindin varð funnin nakað norður úr Stakkinum fyrrapartin, og tveir tímar seinni legði hon beinini á sandinum í Tjørnuvík.

Grindin var millum 80 og 100 hval, og drápið vardi einar átta minuttir. Umleið 40 bátar vóru við í rakstrinum.

-Hetta er fyrstu ferð, nakar veit um, at grind er deyð á sandinum í Tjørnuvík, sigur tjørnuvíkingurin Asbjørn Djurhuus við Norðlýsið.

Sí eisini myndatema her á síðuni