Fyrsta hattrikið í 49 ár í eini finalu

Europa League: Ademola Lookman bleiv heilt stóra hetjan í finaluni

Mynd: (Scanpix) Ademola Lookman við Europa League steypinum

Ademola Lookman bleiv heilt stóra hetjan í Europa League finaluni, tá Atalanta vann 3-0 á Bayer Leverkusen. Hann skoraði hattrik og tað er ikki hent í eini av stóru finalunum hjá UEFA í 49 ár.

 

Seinast ein spælari skoraði hattrik í eini av stóru finalunum hjá UEFA var í 1975, tá Jupp Heynckes skoraði hattrik fyri Borusissa Mönchengladbach í UEFA Cup finaluni. Jupp Heynckes bleiv seinni venjari og hevur vunnið millum annað Champions League við Bayern Munchen og Real Madrid.

 

Ademola Lookman og Atalanta steðgaðu eisini ósigraðu røðini hjá Bayer Leverkusen. Týsku meistararnir høvdu ikki tapt í 51 dystum undan finaluni. Við hattrikinum søkti 26 ára gamli nigerianski áleyparin, Ademola Lookman, Xabi Alonso og hansara menn.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Atalanta vinnur eitt steyp í evropiskum samanhangi. Seinast teir vunnu eitt steyp var í 1963, tá Atalanta vann italsku steypakappingina, Coppa Italia.

 

##med2##

 

Mynd: (Scanpix) Ademola Lookman við Europa League steypinum