Trump vil steðga blóðbaðnum í Ukraina

- Bæði Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin eru "idiotar", um ein friðaravtala ikki kemur upp á pláss, sigur Donald Trump

- Eg skal hitta Zelenskyj í dag, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, av røðarapallinum í Davos í Sveis.

 

Sambært norska kringvarpinum NRK, sum endurgevur Reuters, ljóðaði tað á forsetanum, sum um ukrainski forsetin var í salinum.

 

Men, Volodymyr Zelenskyj er ikki í Davos. Hann er í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Seinastu mánaðirnar hava umboð fyri USA hitt ukrainskar og russiskar myndugleikar, og málið hevur verið at rokkið einari friðaravtalu.

 

Fyrr í vikuni hittust umboð fyri amerikanskar og russiskar myndugleikar eisini í Davos.

 

Donald Trump heldur, at bæði Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin eru "idiotar", um ein avtala ikki kemur upp á pláss.

 

- Vit eru lutfalsliga nær einari avtalu, sigur amerikanski forsetin sambært Reuters.