Vanligt er at hava seyðasýningar hesa tíðina, har seyðir verða mettir í ymsum greinum.
Hesar sýningar savna javnan nógv fólk, og eigarar fáa steyp, um teirra seyður verður mettur at verða bestur í onkrari grein.
Í Skúgvi hevur ikki verið vanligt at hava seyðasýning, men í gjár var fyrsta seyðasýningin í Skúgvi.
Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, vann 4 steyp og Tummas Frank Joensen vann eitt steyp á fyrstu seyðasýningini í Skúgvi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
















