Fyrsti tingfundur eftir at tingið varð skipað, har tingmál koma til viðgerðar, verður týsdagin komandi klokkan 13.
Níggju mál eru á skránni fyri tingfundin, og tað fyrsta málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipa Føroya. Tað snýr seg um broytt starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrisfólki.
Talan er um saman mál, sum varð samtykt í 2023 – og heitini eru longu broytt í praksis. Men fyri at gera broytingar í stýrisskipanarlógini, so skal ein slík lóg samtykkjast av tveimum løgtingum, og tað skal orðarætt vera sama uppskot, og tað skal samtykkjast í fyrstu tingsetuni hjá seinna Løgtinginum. Talan er tí um ein avgreiðsluspurning, sum uttan iva verður samtykt um ikki einmælt so av einum stórum meiriluta.
Onnur mál eru eitt nú eykajáttan til at gjalda teimum tingfólkum, sum ikki vórðu afturvald ella ikki stillaðu uppaftur bíðiløn. Um løgtingsvalið varð hildið 8. desember, sum varð seinasta freist, so varð hendan játtanin býtt yvir tvey ár. Nú fellur øll bíðilønini til gjaldingar í ár.
Málið um at útvega nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn er eisini á skránni, eins og málið um at taka av mvg á bensin og diesel.
Skráing fyri tingfundin sær soleiðis út:
Dagsskráin, týsdagur, 28. apríl 2026, kl. 13:00
1 1. viðgerð LM-087/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)
2 Atkvøðugreiðsla um at beina LM-087/2025 Uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í eina § 25 nevnd
3 Møgulligt val av § 25 nevnd at viðgera LM-087/2025 Uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
4 1. viðgerð LM-088/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026 (Bíðiløn)
5 1. viðgerð LM-096/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
6 1. viðgerð LM-095/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilivág (At ferðandi kunnu hava við sær heilivág til egna nýtslu til landið)
7 1. viðgerð LM-094/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara
8 1. viðgerð LM-093/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar)
9 1. viðgerð LM-090/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg frítøka av bensini og diesel)
10 Framløga










