Yrkisfótbóltur
Tað sum Todi Jónsson hevur droymt um í skjótt fleiri ár, tykist nú vera gingið út hjá bert 15 ára gamla havnardreinginum, Inga Højsted.
Hann hevur í tveimum umførum verið og vant við enska stórfelagnum, og fyri viku síðani var Ingi so aftur í Onglandi. Sum vit her á blaðnum skilja, vóru foreldur hansara og umboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu, eisini við á teirri ferðini, og tað kundi sostat bent á, at 15 ára gamli leikarin hevur verið í Onglandi fyri at tosa um sáttmála.
Við evstamark okkara var trupult at fáa neyvt at vita, júst hvat er farið fram í málinum, men eftir øllum at døma er okkurt ítøkiligt komið burturúr ferðini.
Í øllum førum skuldi tíðindafundur verða í B36 húsinum klokkan 15.30 mánadagin, so uttan iva frætta vit meira um hetta í mikudagsnblaðnum.