Síðani farið varð undir kappingina í Formula-deildini, hava vit her á Sosialinum havt kapping við heitinum »Hvar er bólturin«. Her hava lesarar okkara havt møguleika at gita, hvar bólturin eigur at vera á mynd, sum er hjáløgd.
Og tað hevur víst seg at vera rættiliga trupult at gitt, hvar bólturin eigur at vera á ymsu myndunum. Fyrstu tvær vikurnar vórðu hópatals SMS send okkum, men av hesum høvdu bara 9 gitt rætta puntin, tá bólturin skuldi finnast.
Og millum tey 9, sum høvdu kollgitt, hava vit eisini funnið ein vinnara. Hesin eitur Janus Dragasund, og býr hann á Lítlutrøð 8 í Havn.