Fyrstu ferð nýggjan bil

Vinnararnir í kappingini hjá Bláa Krossi eru nú funnir

- Vit høvdu tveir gamlar bilar sum vit seldu og keyptu ein nýggjari gamlan bil. Men hesin var ikki meiri enn komin í túnið, tá vit so vunnu hendan, sigur hepni vinnarin í kappingini hjá Bláa Krossi.

 

Lutaseðlakappingin, sum Blái Krossur stóð fyri, endaði við, at høvuðsvinningurin, ein bilur frá Auto Service, endaði í Gøtu.

 

- Vit plaga altíð at keypa lutaseðlar og hvat annars fólk koma á gátt at selja. Hesaferð hevði Jógvan Salomon ongar pengar uppi á sær, og eg heldur ongar - helt eg. Men tá eg so hugdi í peningapungin lá ein 100-krónu seðil har, so eg segði, at tað mátti blíva við tann eina, sigur Súsanna Joensen.

 

Men tað var nóg mikið.

 

- Eg havi altíð hildi, at tað vóru øll møgulig onnur, sum vunnu, men ikki eg. Hesaferð var eg øll møgulig onnur, sigur Súsanna Joensen.

 

Hon var á Auto Service fríggjadagin í farnu viku, har hon fekk handað blómur og ikki minst bilin frá Auto Service og Bláa Krossi.

 

- Tað var ein óverulig kensla. Og sjálvt meðan vit koyrdu suður hugsaði eg, hvat nú, um okkurt var skeivt við seðlinum, sigur Súsanna Joensen.

 

Men har var einki galið við seðlinum, og tað var ein stór løta, tá hon fekk handað lykil og blómur.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at vit eiga ein nýggjan bil. Vit hava altíð bara havt gamlar bilar, sigur Súsanna Joensen.

 

Men einaferð skal verða fyrstu ferð.

 

- Vit hava kort síðani selt tveir gamlar bilar og keypt okkum ein nýggjari gamlan bil. Hesin var tó ikki meira enn komin í túnið, tá hetta so hendi, sigur Súsanna Joensen.

 

Tey hava onkuntíð vunnið okkurt smávegis á lutaseðlum, og fyri stuttum vann Jógvan Salomon 5.000 krónur í Gekkinum.

 

- Men hetta er so fyrstu ferð, at vit hava vunnið nakað so stórt og virðismikið, sigur ein glað Súsanna Joensen.

 

Høgni við Rætt frá Bláa Krossi, Súsanna Joensen, Jógvan Salomon Joensen og Bent Djurhuus, sølumaður hjá Auto Service, tá Súsanna fekk handað bilin.