Enn eru onkrir snøklar eftir at fáa uppá pláss, áðrenn stóra dagin, tá fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton leggur leiðina framvið lítlu Føroyum.
Týsmorgun er, og 36 ára gamla Tórunn Ellingsgaard, journalistur, ella Press Coordinator hjá House of Industry, situr longu við skrivaraborðið uppi á loftinum í rúmliga hvíta minislottinum hjá Vinnuhúsinum á Ternuryggi.
Inn kemur unga Katrin á Neystabø, sum komandi vikuna verður høgra hond Tórunnar. Hon er farin undir seinasta partin av útbúgvingini sum cand.merc í Århus, og hevur tíð til at taka sær eina viku ella tvær uppi í Føroyum. Í dag skal hon so setast inn í alt um pressuna og vitjan Clintons.
- Eg havi onki við alt tað praktiska at gera. Tað orna tey í Vinnuhúsinum. Mínar uppgávur eru líkasum býttar upp í tvey. At taka mær at pressuni, og so at vera vertinna sjálvan dagin í Norðurlandahúsinum, greiðir Tórunn Ellingsgaard frá. Fær sær ein slurk av te úr einum café-glasi við vatni og teposa. Handar Katrini yvirlitið yvir útlendsku tíðindafólkini.
- Hesin skal hava hjálp til at finna keldur um olju og fisk, greiðir hon frá, og peikar niður á navnið á einum tíðindamanni, sum longu er komin til landið.
Kenna okkum ikki
Endamálið við at fáa Clinton hendan vegin er at gera umheimin varugan við, at vit eru til. Tí er ein av høvuðsuppgávunum at geva útlendsku tíðindafólkunum góðar og spennandi søgur við heim á blokkinum. Sagt verður, at helmingurin av øllum heimsins borgarum fáa í minsta lagi ein tíðindastubba frá AP hvønn dag.
- Av tí at útlandið ikki kennir Føroyar, brúka til dømis føroysku bankarnir alt ov nógva orku til at sannføra útlendsku samstarvsfelagarnar um, at teir eru álítandi og kunnu javnmetast við danskir og norskir peningastovnar. Ella í mun til útflutning, har vanligi brúkarin helst skal kenna mun á einum fiski úr Føroyum, fiskaður í reina Norðuratlantshavi, og einum úr Eystursjónum, sigur Tórunn Ellingsgaard.
Góða søgan besta reklaman
Innan miðlaheimin er tað hin góða søgan, ella hugtakið Storytelling, sum arbeitt verður við, fyri at fanga ávísar málbólkar. Hóast fyrra ferðin hjá Clinton varð útsett, vitjaðu átta útlendsk tíðindafólk her longu tá. Aftaná vóru í øllum førum tríggjar søgur úr Føroyum endurgivnar í miðlunum kring allan heimin. Har var søgan frá AP, Tolkien tales come alive in unspoiled Faeroe Islands, sum var at finna líka úr Meksiko til Kina. Eisini søgan um føroyska drongin, sum í mølini fann eitt ur, ið hevði verið grivið niður á Norðpólinum, gav afturljóð um allan heim.
- Ein søga, sum fangaði áhugan hjá fleiri av tíðindafólkunum seinast, vóru nýggju granskingarúrslitini hjá Boga Hansen, professara í havfrøði, um veðurlagsbroytingar og havstreymar. Hon kom við nýggjum tilfari til eitt aktuelt orðaskifti, og setti á hendan hátt bæði Føroyar og Boga Hansen á heimskortið í nakrar dagar, sigur Tórunn Ellingsgaard, sum heldur, at góða søgan er hon, sum vekir áhuga, tí fólk kenna seg sjálvi, ella okkurt annað, aftur í henni.
Fóðra pressuna
Tíðindastreymurin rekur so skjótt, og tíðindafólkini eru von at sálda millum søgurnar við harðari hond.
- Tí snýr tað seg um at hava eina breiða viftu við søgum, sum vit kunnu tippa tey um. Bíta tey ikki á eftir einum hálvum minutti, mugu vit freista tey við einari aðrari, og vóna at tey hekta seg á krókin – og ongantíð betur, um tey kenna á sær, at tey sjálvi hava funnið søguna, greiðir Tórunn Ellingsgaard frá. Hetta er eisini orsøkin til, at tey hava fyrireikað ein keldulista til tíðindafólkini, soleiðis, at um tey ynskja at tosa við onkran um eitt nú grind, olju, fisk ella umhvørvi, so finna tey serfrøðingar innan hvør sítt øki á listanum.
- Hetta eru sjálvandi fólk í Føroyar, sum eru viðkomandi fyri evnið og sum duga mál. Eisini rokna vit við, at tey tekna eina mynd av Føroyum, sum vit meta vera gagnliga, sigur Tórunn Ellingsgaard.
Eisini hava fyrireikararnir fingið eitt samstarv í lag við AP, so greinar, sum ein føroyskur journalistur skrivar á enskum, verða sendar teimum, har tær síðani verða snøggaðar til. Veit væl við, verða tær eisini endurgivnar í miðlunum úti í heimi.
Allir tøkir hentleikar
Tey 16 tíðindafólkini, sum koma, umboða AP, SKY, AFP, BBC World, Toronto Star, EU Observer, kinesiskt sjónvarp, Ritzau, Berlingske, Information, Frettablaðið og Morgunblaðið í Íslandi. Tey búgva á ávikavist Hotell Føroyum og Hotell Tórshavn, og hava miðstøð í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har høli, amboð og annað verður teimum frítt at ráða yvir.
Kunningarfundur fyri pressuni verður eisini í Miðlahúsinum, og skipar Samvit fyri tveimum felags útferðum, sum tey kunnu tekna seg til. Ein túrur verður vestur á Leitisvatn til Bøsdalafoss, og hin verður til Kirkjubøar.
Einans føroysk myndafólk
Fyri at Bill Clinton og fylgi hansara skal ikki fáa ampa av pressuni, verða strangar reglur fyri, hvussu nógv, ella fá, kunnu verða við í fylginum. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur tvey upptøkulið við, og trý myndafólk frá Dimmalætting Sosialinum taka myndir. Tað verða sostatt føroysk myndafólk, sum fóðra allari heimspressuni við sjónvapsmyndum og prentmyndum av Clinton vitjanini í Føroyum.
- Til hetta hava vit upprættað eina heimasíðu við einum servara, har myndir og filmsbrot verða løgd út á sohvørt, sigur Tórunn Ellingsgaard, og hon greiðir frá, at avtalað er við sjónvarpið, at sokallaðir sjónvarpspakkar liggja klárir á kl. 16 og kl. 19 til altjóða fjølmiðlarnar at brúka.
Pressan, sum sleppur inn í salin í Norðurlandahúsinum, fær pláss uppi á balkongini.
– Tey kunnu bara taka notatir, og tað verður ikki loyvt at hava upptøkutól við inn, sigur Tórunn Ellingsgaard.
Ein sms’ur poppar inn á fartelefon Tórunnar. Onkur vil vita, um hon hevur fingið nýggjastu bókina hjá Bill Clinton: Giving, sum kom út á enskum fyri einum mánað síðani. Nei, hon er ikki komin til landið enn, sigur Tórunn, og tey avtala, at eitt av útlendsku tíðindafólkunum skal keypa eitt eintak upp við á flogvøllinum í Skotlandi.
Fyrireikaðir spurningar
Spurd, hvussu hon sjálv hevur fyrireikað seg til tiltakið, sigur Tórunn Ellingsgaard, at hon millum annað hevur lisið bøkurnar hjá Bill Clinton og Hans Blix. Saman við samstarvsfeløgum og Vinnuhúsinum hevur hon orðað nakrar spurningar til Clinton, tí teir skulu sendast fyrireikarunum til góðkenningar frammanundan. Hvat Clinton fer at tosa um, er ikki heilt greitt enn, tí tað er upp til hansara at tosa um tað, sum hann vil tann dagin. Men seinast tey vistu varð roknað við, at hann fer at tosa um globalisering, minkandi orkutilfeingið í heiminum, vandan fyri terrorismu, fátækradømi og broytingar í altjóða politisku myndini.
- Eg havi altíð hildið Clinton vera spennandi. Havi ikki lisið so nógv av honum fyrr, men havi altíð sett hann í bás stórar menn sum Gorbatjov og Mandela, sigur Tórunn Ellingsgaard, sum ikki hevur fyrireikað spurningar til Hans Blix, tí spurningar verða ikki settir honum.
Síggja gott út
Eitt er at fyrireika seg fakliga til vitjanina. Annað er, at føroyska vertinnan sjálvandi eisini skal eisini síggja gott út, tá hon skal vera vertinna í Norðurlandahúsinum. Hvussu hevur Tórunn fyrireikað seg til hetta?
- Klæðini velji eg ikki sjálv. Sansir hevur ábyrgdina fyri øllum tí grafiska búnanum, harímillum eisini mínum klæðum, sigur Tórunn Ellingsgaard, sum tó lyftir lokið av einari hvítari skógvaeskju og avdúkar einar beigelittir leðurskógvar við høgum hælum. Og so hevur hon eisini tapt seg sjey kilo seinastu tíðina.
- Sum eg skilji á lagnum, so gongur myrkablátt aftur. Hárið fer ein frisør, sum eitur Elisabeth Maria Johannesen, at hava ábyrgdina av, meðan eg smyrji mær sjálv, sigur Tórunn Ellingsgaard, sum er eitt rættiliga kent andlit, ikki bara her hjá okkum, men aðrastaðni við. Millum annað sum sjónvarpsvertinna hjá MTV og morgunvertinna á donsku sjónvarpsrásini TV2. Tí er kanska heldur ikki løgið, at www.babeindex.dk er eitt tað fyrsta hittið, sum poppar upp, tá tú Googlar “torun ellingsgaard”.
Um hon hevur hugsað um, hvønn týdning hendan stóra uppgávan kann fáa fyri karrieruna framyvir, sigur Tórunn Ellingsgaard seg als ikki hava hugsað um tað í hesum sambandi.
- Eg havi altíð verið rættiliga málrættað. Men seinastu árini eri eg vorðin alt meira tilvitað um, at seti eg mær eina deadline, so fokuseri eg upp á at røkka henni, sigur Tórunn Ellingsgaard.
Onkur plingar inn á Skype’in og ringitónin við kirkjuklokkum í fartelefonini rungar í rúminum, meðan oyrasniglurin ikki vil tað, sum eigarakonan vil. Viðhvørt er ikki lætt at vera tøk.
Flytir ikki heim
Seinasta árið hevur Tórunn Ellingsgaard búð á San Torini saman við sjeikinum, sum er grikki og starvast innan ferðavinnuna har niðri. Síðani bókin um Janu kom út, hevur hon hugna sær har niðri, sum hon tekur til. Tí hevur hon heldur ikki arbeitt sum journalistur seinastu tvey árini.
- Men eg havi nógv hugskot, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt við. Men nú skulu vit fyrst hava hetta frá hondini, og so fari eg niður aftur til San Torini at geara niður aftur.
Spurd, um hon kundi hugsað sær at flutt heim og tikið sjeikin við, flennir hon hjartaliga, meðan hon sigur, at tað kundi hon ongantíð funnið uppá.
- Nei, hann er grikki og vanur við hita. Og hann skilur slett ikki, tá eg spyrji hann í telefonini “and how is the weather today?” flennir Tórunn Ellingsgaard.
--
Sitat:
“Tíðindastreymurin rekur skjótt, og tíðindafólkini eru von at sálda søgurnar við harðari hond.”
Tórunn Ellingsgaard
“Vit mugu hava eina breiða viftu við søgum, sum vit kunnu tippa tey um. Bíta tey ikki á eftir einum hálvum minutti, mugu vit freista tey við einari aðrari, og vóna at tey hekta seg á krókin – og ongantíð betur, um tey kenna á sær, at tey sjálvi hava funnið søguna.”
Tórunn Ellingsgaard