Góð byrjan til Bátastevnuna í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna fekk eina góða byrjan í gjárkvøldið, tá stóra barnatiltakið við Trøllafamiljuni og Kularótum var í ítróttarhøllini.

Trøllafamiljan hevði stolið ein bát í Vestmanna, og hóast ein vaktarbátur við blinkandi ljósum royndi at fanga Trøllafamiljuna, so komu tey inn í bátahylin í øllum góðum, har sera nógv børn og vaksin tóku ímóti teimum.

 

Síðani gekk leiðin niðan í ítróttarhøllina, har eini 700 fólk vóru vitni til eina rimmar konsert við Trølla Pætur, Trølla Ommuni, Ommudidd og Kularótum. Sum nakað nýtt var Trøllababy eisini við. Lagið var gott, og bæði børn og vaksin sungu við til teir vælkendu sangirnar. Eisini vóru nakrir av nýggjastu sangunum hjá Kularótum spældir.