GÍ gevst ikki

Stuldur ella bara vanligur effektivitetur. Tað kann so altíð vera trætumálið. Men tað er greitt, at HB langt ífrá fekk ta úrtøku burtur úr sunnudegnum, sum leikliga yvirvágin átti at borgað fyri

Fótbóltur

Sjálvt annars so trúføstu GÍ-áskoðararnir vóru givnir við sínum »hjørna-í-mál« rópum. Tíðin á stadionklokkuni var eisini langt síðani farin út um teir 90 minuttirnar, og hóast eitt seinasta desperat trýst, so tóktist alt vera liðugt hjá gøtumonnunum.
Heldur ikki vanliga álopsvápnið við at flyta Bartal Eliasen niðan at stúta nakrar bóltar, hevði fram til hetta givið úrslit, men so kom tað. Hornasparkið varð sent innfyri, og har kom Bartal við fullari ferð og drønstútaði. Bárður Johannesen hálvbjargaði royndini í fyrsta umfari, men Hans Pauli Petersen var fyrstur at fylgja upp, og so var mál. Løtu seinni bríkslia Jens Petur Brattalíð fyri seinastu ferð, og so høvdu gøtumenn aftur fingið eitt av hesum stigum, sum teir í veruleikanum als ikki áttu at havt møguleikan fyri.

Løgdu væl út
Tá alt kom til alt, so var hetta tó kanska ikki meira, enn tey nógvu av HB-viðhaldsfólkunum bóru ótta fyri undan dystinum. Við støði í teimum báðum innanhýsis dystunum í bólkaspælinum í steypakappingini sendi dagsins leikskrá eisini eina kraftiga ávaring til leikararnar um, at her máttu teir fyri alt í verðini ikki taka ov lætt upp á uppgávuna, tí treiskni hjá GÍ hevði fyrr víst seg at vera stórur biti hjá HB. Ikki minst í dystinum í Havn, har HB hevði alt spælið, men har GÍ skeyt einasta málið í evsta minutti.
Og fyrstu løtuna bendi eisini alt á, at her ætlaði havnarliðið ikki at lata sær nakað sum helst lynda. Serliga fyrstu løtuna tóktust gøtumenn hava sera ilt við at standa ímóti trýstinum frá HB, men tó at tað fleiri ferðir gjørdist heilt vandamikið, so fór bólturin ikki inn, og spakuliga kundu gøtumenn so arbeiða seg inn í dystin.

Einfalt
Og tað kann til tíðir tykjast merkisvert, hvussu lætt tað tykist hjá GÍ at koma til møguleikar. Felagið stendur í løtuni mitt í eini skiftistíð, og tað er einki at siga til, at krøvini ikki verða sett eins høgt nú, sum tey vóru fyri bara fáum árum síðani. Mest sum eitt heilt ættarlið av leikarum er skift út, og teir ungu, sum nú eru á liðnum, hava fyrst og fremst tørv á tíð, áðrenn teir eru búnir til oddastríð í føroysku kappingini.
Hetta sást eisini aftur í, at tað leikliga vóru nógv fleiri veikari lið hjá GÍ enn hjá HB, og tað ger tað kanska enntá meira merkisvert, at liðið fekk spælt seg til somikið nógvar møguleikar. Serliga seinasta korterið undan steðginum brendi fleiri ferðir heilt nógv á í HB-brotsteiginum, og uppskriftin var mest sum hvørja ferð hin sama. Djúpt spæl upp til Krzystof Popczynksi, breitt út í síðuna, og tá so bólturin kom inn, kom ein heilur herur av miðvallarum rennandi upp við.
So kunnu tað rópast gúpparí og kick and rush, men tað er helst í veruleikanum bert talan um gera tingini so einføld sum gjørligt, og at gagnnýta egin evni á bestan hátt. Og í øllum førum er helst einki føroyskt felag, sum á sama hátt sum gøtumenn megna at halda seg til eina taktiska skabelón, tá spælt verður á vøllinum. Nakað sum ger, at liðið mest sum altíð megnar at fáa á leið maksimalt burturúr.

Skuldi verið liðugt
Hetta spælið gav GÍ nakrar heilt stórar møguleikar fyri steðgin, og kanska hevði hetta vakt HB nakað. Í øllum førum byrjaði havnarliðið nú aftur sum eitt óløgi, og nú var eisini skjótt, at tað bar til hjá teimum.
Bara sjey minuttir inn eftir steðgin varð Tór-Ingar Akselsen, sum hesaferð hevði sera álopskendan leiklut, sendur avstað. Hallur Danielsen kutaði beint inn í GÍ verjuna, tá bólturin var stungin innum, og so var vágamaðurin hjá HB farin. Anton Skoradal megnaði als ikki at fylgja við, og ísakaldur kundi Tór-Ingar rulla bóltin í málið.
Hetta broytti sjálvandi fortreytirnar hjá GÍ at spæla, nú teir ikki í sama mun kundu skipa verjupartin fyri síðani at sláa kontra. Og tá HB so bara fimm minuttir seinni aftur var upp á spæl, tóktist alt avgjørt. Rógvi Jacobsen fekk við styrki síni hildið lív í einum HB-álopi, soleiðis at bólturin varð sendur fram til Andrew av Fløtum. Toppskjúttin frá í fjør hevur kanska ikki verið heilt so heitur í ár, sum fyri einum ári síðani, men hesa ferð var so eingin ivi. Eftir at hava tikið bóltin niður, varð eitt knasandi turt skot sent oman móti handara málhorni, og hóast Jacek Przybylski toygdi seg, so kundi hann einki gera fyri at forða hesum.

Snýr seg um treiskni
Og so skuldi alt verið liðugt. Og í øllum førum hevði tað helst verið tað móti øllum øðrum, enn júst GÍ.
Men gøtumenn vildu framvegis ikki leggja seg. Heldur tveittu teir nú fólk fram á vøllin, so teir kanska kundu skapa spenning í aftur, og tó at hetta kundi kosta, tá Tór-Ingar gjørdist púra leysur, so gav tað úrslit.
Bæði verja og miðvøllur hjá HB spældu nú alt meira eftir hæli, og plássið, sum hetta gav, tóktist í fleiri førum at skula kosta. Tað gjørdi tað eisini 13 minuttir fyri leiklok, tá eingin tóktist hava hug at fara út í Gidek, sum legði ein bleytan bólt inn um fløtu HB-verjuna, og so kundi Símun Samuelsen minka um munin.
Restina av dystinum gjørdist støðan so, sum víst er omanfyri, og hjá HB er helst lítið annað at gera, enn at takka sær sjálvum fyri avrikið. Teir høvdu hópin av dystarbóltum í hondini, og eina løtu tóktust tað bert vera seinastu og avgerandi sendingarnar, sum restaðu, áðrenn teir heilt kundu punktera dystin.
Sum so ofta fyrr, so tóku teir úr Gøtu av høvinum, sum hetta gav, og hetta treiskni er uttan iva orsøkin til, at felagið aftur í ár ætlar sær ein leiklut heilt har frammi, sum tað er stuttligt.

Dysturin í tølum
HB-GÍ 2-2 (0-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen, 52
2-0: Andrew av Fløtum, 57
2-1: Símun Samuelsen, 77
2-2: Hans Pauli Petersen, 90
Dómari: Jens Petur Brattalíð. Avgjørt eitt avrik undir miðal. Hevði fyrst og fremst sera ilt við at halda eina greiða linju, og ein av avleiðingunum varð, at eitt nú Bartal Eliasen og Rógvi Jacobsen ótarnaðir sluppu at sýna atburð, sum als ikki hoyrir heima á fótbóltsvølli. Og sum frá leið vóru teir als ikki einsamallir um hetta. Tóktist eisini merkisvert, tá hann dømdi HB?ara fyri at steðga opnum møguleika við hondini, uttan at hetta kostaði kort av nøkrum slag.

HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Janus M. Joensen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Rógvi Jacobsen ? Karsten From, Andrew av Fløtum, Tór-Ingar Akselsen
GK: Martin Christiansen
GÍ: Jacek Przybylski ? Leivur Hansen, Anton Skoradal, Bartal Eliasen ? Jónreid Dalheim, Hans Pauli Petersen, Súni Olsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Poul A. Jacobsen, Krzystof Popczynski
GK: Leivur Hansen