TÍÐINDASKRIV
Kall hevur verið ein av høvuðssponsorunum hjá GÍ síðan 2002, og er serstakliga sjónligt í Gøtu við tí sum helst er landsins longsta bandalýsing. Bjarni Bjarnasson, stjóri á Kall, sigur, at eksponeringin gjøgnum GÍ hevur verið positiv, og tað kann helst staðfestast, at henda hevur givið úrslit.
Kaupthing hevur verið høvuðssponsor hjá GÍ síðan 2000, og verður framvegis at síggja framman á leikbúnum hjá GÍ. Petur Holm, stjóri hjá Kaupthing, sigur, at GÍ manglaði ein høvuðssponsor í 2000, tá Kaupthing byrjaði í Føroyum, og hevur lýsingaravtalan við GÍ síðani tá verið ein týðandi sjónliggerð av Kaupthing. Serliga nú, tá Kaupthing hevur skift búmerki, hevur hendan avtalan týdning.
Brandur Jacobsen, nevndarlimur hjá GÍ, sum hevur ábyrgd fyri sponsorum og stuðlum, sigur, at nýggju avtalurnar eru eitt framhald av einum vælvirkandi samstarvi, sum hevur stóran týdning fyri Gøtu Ítróttarfelag. Tað hevur verið eitt mál fyri nevndina hjá GÍ at gera langtíðar samstarv við sponsorar til gagns fyri báðar partar, og tað tykist sum hetta hevur eydnast.