Gøtumenn skulu í dag klokkan 19.30 føroyska tíð møta mæta Hajduk Split í kroatiska bðnum Split. Hetta er ein sera møtumikil uppgávu, tí liðið úr Kroatia er sera sterkt, og hevur nógvar royndir í evropeiskum høpi
Hajduk Split hevur í alt verið 27 ferðir verið í Evropa Cup, og av teimum 124 spældu dystunum, eru 58 vunnir. Kroatiska liðið endaði á øðrum plássi í heimligu kappingini í fjør, og eftir at trð umfør eru spæld av kappingini í ár, liggur liðið úr Split á fyrsta plássi við fullum stigartalið.
Venjarin hjá Hajduk Split eitur Zoran Vulic, og kendasti spælarin hjá felagnum í dag er kroatiski landsliðs-málverjin, Stipe Pletikoza, sum vardi málið hjá Kroatia í HM-kappingin fyrr í summar. Merkisvert er at í hópinum hjá Hajduk Split teljast bara spælarar úr Kroatia.
Bestu evropeisku úrslitini hevur felagið fingið í UEFA Cup- kappingini og Evropa Cup fyri steypavinnarar, har Hajduk Split hevur spælt seg fram til hálvfinalurnar nakrar ferðir, seinast í 1984. Í 1995 varð kroatiska liðið sent úr fjórðingsfinaluna í Champions League ímóti Ajax, sum seinni vann kappingina.
Hajduk Split hevur uppalt nógvar kendar leikarar, nevnast kunnu nøvn sum Alen Boksic, Robert Jarni og Slaven Bilic, ið allir hava fingið sína fótbóltsuppaling í Hajduk Split, áðrenn teir fóru til evropeiska meginlandið at umboða so stór feløg sum Juventus og Real Madrid.
Allir mans tøkir
Hjá GÍ eru allir mans tøkir undan dystinum ímóti Hajduk Split. Pólendingurin, Krystof Popczynski hevur verið nógv darvaður av skaða, men hann er komin fyri seg aftur.
Henning Jarnskor er eitt sindur smáskaddur, men gøtumenn vænta ikki, at tað skuldi verið nakar trupulleiki hjá honum at spælt.
Gøtumenn vóna, at tað fer at gangast væl, og um teir høvdu megnað ein javnleik, so hevði tað verið óført. Gøtumenn ásanna tó, at mótstøðuliðið er rættiliga sterkt, og tí kann ein javnleikur tykjast eitt sindur fjarskotin.
Skurðarnir fegnast um, at dysturin verður leiktur á kvøldi, tí so verður ikki so heitt at spæla, tí hevur ofta víst seg, at tá føroysk lið dystast úti í Evropa, so ávirkar nógvi hitin avrikini nógv
Líka spennandi hvørja ferð
Gøtumenn hava luttikið í evropeisku kappingum á hvørjum ári síðan 1994, og ein av leikarunum, sum hevur verið við hvørja ferð, er Magni Jarnskor
Spurdur um tað ikki var vorðin ein vani at leika Evropa Cup dystir, svarar Magni, at tað enn er líka spennandi, tí Gí-liðið møtir nðggjum mótstøðuliði á hvørjum árið.
-Eitt nú skulu vit nú møta Hajduk Split í ár, sum er eitt av sterkastu liðunum í Kroatia, og tað boðar avgjørt frá góðsku, og tí gleði eg meg til tað avbjóðingina, segði Magni stutt fyri fráferðina til Keypmannahavn.
Gøtumenn komu til Split tðskvøldið, og ætlanin var at venja tvær ferðir í gjár, og einaferð í dag.
Dysturin á leikvøllinum í Split ímillum Hajduk Split og GÍ byrjar klokkan 19.30 í kvøld.