2. UMFAR SAMANUM
Tað er torført at spáa og serliga um framtíðina. Snilda vendingin hjá heimskenda danskaranum kemur til sín rætt, tá ið tað skal takast saman um tvey tey fyrstu umførini í longu og longdu landskappingini.
Tað mundi undan 2. páskadegi vera torført at finna tann, sum segði seg rokna við, at einasta liðið, sum eftir tvey tey fyrstu umførini fór at hava fult stigatal, fór at vera ÍF, og at einasta liðið, sum einki stig fór at hava fingið eftir tvey tey fyrstu umførini, fór at vera GÍ.
Men soleiðis er veruleikin. GÍ, sum í níti árunum vann fýra FM heiti á rað, hevur higartil tapt á heimavølli ímóti EB/Streymi og á útivølli ímóti ÍF. Sunnudagin fara teir at fáa vitjan av KÍ. Úrslitini hjá GÍ í tveimum teimum fyrstu umførunum fara ikki at gera uppgávuna hjá KÍ lættari.
Fuglfirðingar stórfegnast sjálvandi. Í eina fjórðings øld hava teir fótbóltsliga verið í skugganum av GÍ, B68, NSÍ, Skála og EB/Streymi og í áttati árunum var LÍF eisini væl betri enn ÍF. Nú er tað brádliga ÍF, sum myndar dagsskránna. Í tveimu teimum fyrstu umførunum hevur ÍF fingið seks stig. Í fjør var úrtøkan burturúr átjan umførum tólv stig!
Eisini í triðja umfarinum fer avbjóðingini hjá ÍF at verða ein tann mest áhugaverda av øllum, og tað er einki at siga til, at fótbóltslagið er gott í Fuglafirði. Bilstreymurin um Varmakeldueið og Gøtueið og út á Skála fer at verða stórur sunnudagin!
Spurningurin er, hvussu leingi fuglfirðingar fara at verða í barónaseingini. Eingin kann taka frá teimum tað, sum teir hava fingið, og hugburðurin er framvegs eyðmjúkur, men kortini ikki soleiðis, at teir ikki ætla sær meiri. Teir siga seg ætla at taka eina uppgerð í senn, og so fer tað at vísa seg, hvat fer at spyrjast burturúr.
Fleiri dømi
Tað er hugaligt og kveikjandi fyri landskappingina, at feløg, sum tað ikki hevur verið roknað við skulu finnast millum tey bestu, óvæntað stinga seg upp ímillum. Í fjør var tað Skála, sum gjørdi nógv um seg. Teir hildu tørn um oddasessin fram ímóti summarsteðginum, og teir vóru á bronsuplássinum, tá ið kapppingin var liðug.
Tað verður altíð roknað við, at havnarfeløgini skulu sláa tónan ann saman við øðrum stórum feløgum - eitt nú KÍ og NSÍ. Men royndirnar siga, at ofta er tað - á sama hátt sum Skála í fjør - eitt annað felag, sum stingur seg fram.
Í 2000 var tað VB, sum stóð fyri tí óvæntaða, og teir hildu heilt á mál. Í 1993 var tað GÍ, í 1992 var tað B68, og í 1989 var tað B71, sum stóð fyri mest óvæntaða avrikinum og úrslitinum higartil í føroysku landskappingini. Tað var eisini óvæntað, tá ið ÍF í 1979 legði seg framum hini og vann fyrsta meistaraheitið til Eysturoynna. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, tá ið ÍF sunnudagin á Skála fer at spæla toppdyst.
Skálamenn hava eftir tvey tey fyrstu umførini hildið fram við tí, sum teir stóðu fyri í fjør. Bæði teir og EB/Streymur eru ósigraðir. Í fjør tóktist tað fram ímóti summarsteðginum sum um, at Skála hevði trupulleikar við fólkinum, tá ið skaðar og leikbann fóru at gera um seg. Hesa ferð hava teir eisini trupulleikar við fólkinum, men tað eru heilt aðrir trupulleikar enn teir, sum góvu seg til kennar í fjør. Nú hava teir staðið seg væl, hóast fleiri av teimum, sum tað hevur verið roknað við, ikki eru tøkir. Her verður hugsað um teir tríggjar útlendingarnar, ið vórðu nevndir í upptaktini leygardagin, og so um Alexandur Johansen, sum ikki hevur verið at sæð enn, men sum er veteranur, sum tað verður roknað við.
Tey gomlu og kendu
Ein annar partur av veruleikanum er tann, at klaksvíkingar enn eina ferð mistu tvey stig á heimavølli. Tá ið KÍ var upp á tað besta í fimmti og seksti árunum, kom tað so at siga ikki fyri, at teir mistu í Klaksvík. Tey seinnu árini er áður so stinna borgin vorðin meiri svikalig. Hetta var fjórða árið á rað, at VB fekk eitt stig við úr Klaksvík, og tað er einki at ivast í, at tey næstu, sum fara til Klaksvíkar, fara at halla meiri til VB konseptið, enn tey fara at halla til tað, sum HB vísti í Klaksvík 2. páskadag. HB leyp treytaleyst á og tapti. VB var meiri varðið og fekk eitt stig burturúr.
HB var í rætta lagnum í Gundadali. Felagi og liði við vinnara hugburði so átókt, so fingu teir alt. Sigursmálið skoraðu teir, tá ið tíðin, sum dómarin hevði lagt afturat, var mest sum farin. Sunnudagin skal HB til Vágs, har tað sum oftast hevur verið torført hjá teimum. Úrslitið hesa ferð verður rættuliga týdningarmikið bæði fyri VB og HB.
Tað er lætt at skilja, at teir í NSÍ iðra seg so miriliga um, at teir skuldu missa á stokkinum ímóti HB. Fýra stig eftir tvær vitjanir í høvuðsstaðnum hevði verið frálíkt, men tað eigur at bera til hjá NSÍ at liva við trimum stigum eftir havnarferðirnar.
B36 var á Sevmýri, og teir fingu bara eitt stig norður aftur við sær. Tvørámenn stríddust sum úlvar á skóg, og teir tóktust ikki misnøgdir við, at tað hevði eydnast teimum at fáa málleysan javnleik ímóti silvurvinnarunum frá í fjør.
TB er komið á stigatalvuna, og tað er B36 eisini. Men nøgdsemið yvir fyrsta stigið er neyvan tað sama í B36 húsinum, sum tað er á Sevmýri.
Kappingin er tvey umfør gomul, og tað eru framvegis 75 stig at spæla um. Veðrið hevur verið fínt tey bæði fyrstu umførini, men undan vikuskiftinum hótti veðurmaðurin við kava mitt í hesi vikuni.
Veðrið ber tað ikki til at gera nakað við. Um nýggir spælarar fara at daga fram tær næstu vikurnar fæst at síggja.
Ein annar veruleiki, sum royndirnar undanfarnu árini siga fer at taka seg upp, er útskiftingar á beinkinum. Nú er føroyskur fótbóltur vorðin partur av veddingini. Okkum er ókent, um spurningurin, hvør fyrsti venjarin at fáa sekkin fer at verða, er komin fram í nøkrum veddingarfelag. Men ivaleyst er hetta ein spurningur, sum næstu vikurnar fer at verða viðgjørdur millum fótbóltshugaðar føroyingar. Í løtuni bendir yvirhøvur einki á, at tað fer at verða Petur Simonsen hjá ÍF!
Í triðja umfarinum sær skráin soleiðis út: VB-HB, GÍ-KÍ, Skála-ÍF, B36-EB/Streymur og NSÍ-TB.