GÍ skal í dag fyri aðru ferð í bara tólv dagar royna seg í Gundadali móti HB. Ta fyrru ferðina var spælið einki at reypa av, og HB vann 1-0. Ta ferðina hevði GÍ stórar trupulleikar í álopspartinum, og tað var millum sjáldan og ongantíð, at teir hóttu málið hjá Bárðuri Johannesen. Tað hoyrir tó við til søguna, at bæði Svenn Olsen og Sámal Joensen noyddust av vøllinum við skaða. Teir eru báðir við í dag, og tað er Sasha eisini. Hann var nógv saknaður í álopinum í steypadystinum.
Brasiliumenninir, sum hava verið í Gøtu, fara av landinum í dag. Í vikuni hevur ljóðað, at teir skuldu fara til Íslands, har umboðsmaðurin, sum var her við teimum og sum nú býr í Íslandi, skuldi hava fingið teimum fótbóltskjans, men í Gøtu kundu teir ikki vátta hetta fyri okkum í gjár.
Lærkrikin
Tá spælarar ikki eru tøkir, og tað verður spurt eftir, hvørjar orsøkirnar eru, so er tað ógvuliga ofta, at svarið er lyskan ella lærkrikin, sum teir siga, at tað eitur á føroyskum.
Henda sama søgan ger seg eisini galdandi í sambandi við uppgerðina millum HB og GÍ í dag. Hjá HB eru Magni á Lakjuni og Jákup Eli Olsen framvegis skaddir. Fyri fyrstu ferð í langa tíð smárunnu teir í Gundadali týskvøldið, men tað verður ikki roknað við, at teir vera førir fyri at spæla fyrrenn um einar tvær vikur ella kanska meiri enn tað.
Súni Olsen hjá GÍ hevur eisini spælt millum lítið og einki í ár, og eisini hjá honum eru trupulleikarnir í lærkrikanum. Hann hevur runnið eitt sindur, men tað verður ikki mett, at hann verður førur fyri at spæla tær næstu vikurnar.
Tað plagar ikki at liggja til GÍ at dyrgja eftir javnleiki og einum stigi. Teir siga tað heldur ikki beinleiðis, men tað skilst á prátinum í Gøtu, at hesa ferð høvdu teir verið væl nøgdir, um teir komu norður aftur við javnleiki. Tað verða tveir partar til at telvast um úrslitið, og tað er heilt víst, at einki annað enn sigur og harvið seks stig í tveimum heimadystum, áðrenn teir annan sunnudag skulu til Klaksvíkar, telja hjá FM vinnarunum og steypavinnarunum í HB.