GALAXY

GALAXY er eitt rættiliga hóskandi orð fyri eitt rúmdarskip.

 

Fyribils hevur eingin verið uttanfyri okkara galaksu, sum vanliga verður kallað Mjólkavegurin.

Men tað er kanska onkur fjaldur symbolikkur millum tað gátuføra Universið og ta ekstremt strævnu suðuroyarleiðina.

Problematikkkurin er jú heilt óendaligur.

Tað er eftirhondiini eitt beinleiðis galaktiskt roks fyri bæði fólk og kakelakkar at ferðast millum Krambatanga og Kongabrúnna.

Tað áttu bara at verið tveir tímar at siglt tann beskedna globala teinin.

Kortini liggja fólk veðurføst i heilum. 

Landið átti kanska at figgja eina privata dronu til hvønn suðuroying heldur enn sigling.

So kundu teir flogið til Dals ella lika til Havnar.

Tað er kortini ein astronomiskur uggi, at tað eru meira enn tvær milliónir ljósár til okkara nærmastu galaksu, Andromedu.