lag: Alment starv................
Tá ið Smyril fór í dokk,
fingu suðringarnir sjokk,
tí at avloysarin var eitt verri far,
onkur svór so dýran eið,
Suðuroyggin skrúvað var
minst hálvtrýss ár aftur – ella har á leið.
Kakkelakk - gagg, gagg, gagg,
Suðuroyggin, hon er bert eitt gamalt sjagg –
útlendskt flagg – meira vagg –
fyri illkyktum má kannast hvørt eitt plagg.
Men heilt galið gjørdist tá –
onkur kakkelakkin sá,
sum á Wesinum so væl seg hevði goymt,
at slík bartrog funnust her,
eingin hevði um tað droymt,
alt í einum alt á versta gosi er.,
Eingin fekk av hesum mein,
tí teir funnu bara ein,
sum helst vilt seg hevði út í stóru verð,
hann av hesum reypa kann,
víðagitin gjørdist hann
meir enn nakar hesa minnisríku ferð.
NePtuN(2025)