Galaxy: Kyprisku myndugleikarnar verða spurdir um trygdina

Ongir leysir endar skulu vera, tá landsins myndugleikar taka støðu til mál, har ivi er reistur um trygdina umborð á einum skipi, og tí eigur málið um opna hekkuportrið á Galaxy sjálvandi at verða kannað út í æsir, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

Hann heldur Sjóvinnustýrið gera niðurstøður í málinum, sum tað sjálvt sigur, at politiið eigur at gera, og tá ongin føroyskur myndugleiki nú vil vita av málinum, fer formaðurin at venda sær til sjófartsmyndugleikarnar á Kýpros, har skipið er heimahoyrandi.

 

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum øtast um, at Sjóvinnustýrið hevur slept málinum um opna hekkuportrið á Galaxy, uttan at tað er ordiliga kannað, og við tí úrsliti, at løgreglan heldur ikki vil kanna málið. Skipið er heimahoyrandi á Kýpros, og formaðurin ætlar nú at vita, hvat kýprisku sjófartsmyndugleikarnir siga um málið.

 

- Ongin kann liva við, at eitt slíkt mál ikki verður kannað til botns, men nú er tað so sambært útvarpstíðindunum staðfest, at hvørki Sjóvinnustýrið ella politiið ætla sær at gera tað, og tí fari eg nú í fyrstu syftu at venda mær til kýprisku myndugleikarnar um málið. Eg kann í hvussu er ikki liva við at hava limir hjá okkum umborð á einum skipi, har ivi er sáddur um trygdina, uttan at tað yvirhøvur verður eftirkannað, sjálvt um møguleiki er fyri tí, sigur Arnfinn Bech.

 

Tað var í seinasta mánað, at Kringvarpið í fleiri tíðindasendingum viðgjørdi málið, har tað við mynd og sonevndum metadata kundi staðfestast, at Galaxy 1. september hevði havt hekkuportrið á glopp á opnum havi, meðan siglt úr Havn og suður á Krambatanga. Strandferðslan gjørdi sínar internu kanningar og lat Sjóvinnustýrinum eina frágreiðing, men 29. September bar útvarpið tíðindini, at Sjóvinnustýrið ikki gjørdi meira við málið. Grundgevingin var, at stýrið ikki helt seg kunna prógva, at nakað skeivt var farið fram, og tí ikki ætlaði at melda málið til løgregluna.

 

Í dag frættist so í útvarpstíðindunum, at maðurin, sum tók myndina, ikki slapp at melda málið til politiið, sum í staðin vísti til júst Sjóvinnustýrið, ið er ábyrgdarmyndugleiki á økinum – og sum altso fyrr í vikuni gjørdi av onki at gera við málið.

 

##med2##

 

Rúkandi revolvari

 

Arnfinn Bech dugir ikki at meta um, hvørt løgreglan ber seg rætt at við at við at venda eini politifráboðan í hurðini, men hann heldur lítið góðs vera í frágreiðingunum, sum Strandferðslan og Sjóvinnustýrið eru komin við um opna hekkuportrið á Galaxy, og serliga grundgevingina hjá stjóranum í Sjóvinnustýrinum um ikki at gera meira við málið.

 

- Stjórin sigur, at tey kunnu ikki lyfta próvbyrðuna, men er tað ikki politiið, sum skal lyfta próvbyrðuna? Stjórin hevur lagt dent á, at tey ikki gera avhoyringar og nágreiniligar kanningar av øðrum enn sjálvum skipinum, tí tað er politiið betri ført fyri at gera. Nú ger hann so kortini eina niðurstøðu um samlaðu próvbyrðuna uttan yvirhøvur at geva tí rúkandi revolvaranum í málinum ans og ger bara av, at hetta er heldur ikki eitt mál fyri politiið at kanna, sigur Arnfinn Bech.

 

Hann heldur málið vera onki minni enn eina gølu, ikki minst tí talan er um eitt stórt ferðamannaskip, sum kann hava fleiri hundrað ferðafólk umborð, og ábyrgdarmyndugleikin ikki heldur, at dentur eigur at leggjast á sjálvt kjarnuprógvið í málinum, nevniliga myndina av opna hekkuportrinum.

 

– Sambært tí, sum stjórin í Sjóvinnustýrinum hevur sagt við Kringvarpið, hava tey bara kannað, um hekkuportrið nú verður latið aftur, sum tað skal, og hvat stendur í skipsdagbókini. Sambært henni er alt í lagi, men kortini hava vit sæð eina mynd, sum vísir nakað heilt annað, og hon er – eisini sambært stjóranum í Sjóvinnustýrinum – als ikki kannað og verður tað heldur ikki. Tað stutta av tí langa er, at hetta málið í veruleikanum als ikki er kannað, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

 

Ivasamur sjómansskapur

 

Í frágreiðing, sum Strandferðslan hevur latið Sjóvinnustýrinum, skrivar rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni, at tey ongan rætt hava at seta spurnartekn við dugnaskapin hjá griksku manningini, tí Grikkaland er ein stolt sjófartstjóð við einari fleiri túsund ára langari sjófartssøgu, og grikski skiparin er 75 ár.

 

Henda viðmerkingin kann best fatast sum ein speisk viðmerking til Strandferðsluna sjálva og serliga Sjóvinnustýrið, heldur Arnfinn Bech.

 

- Eg ivist ikki í, at grikkar generelt duga góðan sjómansskap, sjálvt um bæði tað og aldurin á skiparanum sjálvandi er fullkomiliga óviðkomandi fyri hetta málið, men viðmerkingin fær meg at spyrja, hvussu góður okkara egni sjómansskapur er, tá vit eru so líkasæl og jánkaslig við okkara eftirliti við trygdini á sjónum, at vit ikki so frægt sum vilja kanna ítøkiligt próvtilfar, sigur hann.

 

 

 

- Eg kann í hvussu er ikki liva við at hava limir hjá okkum umborð á einum skipi, har ivi er sáddur um trygdina, uttan at tað yvirhøvur verður eftirkannað, sjálvt um møguleiki er fyri tí, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum