Soleiðis ljóðar yvirskriftin á stórari Big Band konsert sum verður á parkeringsøkinum í Tórsgøtu sunnudagin 26 juli Tað er í samband við 100´ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu at Tórshavnar Stórband kemur at framføra kend havnarløg í nýggjum Big Band búna.
Tórshavnar Kommuna hevur tí biðið Magnus Johannessen um at samskipa og útseta allan tónleikin sum verður framførdur á konsertini. Millum annað koma vit at hoyra løg so sum Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, Leygarkvøld í Havn, Til Havnar vit fara og fleiri.
Eisini verða tvær frumframførslur har Martin Joensen hevur skrivað orð til tvey av løgunum hjá Magnusi.
Fleiri sangarar koma at luttaka á konsertini og eru teir James Olsen, Anna Nygaard, Finnur Jensen og Sølva Ford.
Til at fáa góðskuna á eitt enn hægri støði, hevur Tórshavnar Stórband fingið hjálp frá tveimum saxofonspælarum úr Íslandi og einum trombon spælara úr Danmark.
Frásøgufólk verður Robert Mc Birnie og samskiparar av øllum tiltakinum eru Ólavur Olsen og Eirikur Skála. Tiltakið er gjørt í samstarv við 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu.