Gango helst til NSÍ

Andras Gango, sum júst er givin í ÍF, hevur vant við NSÍ seinastu dagarnar. Sannlíkt er, at sáttmáli verður gjørdur millum partarnar

Fótbóltur

- Eftir at Meinhardt Joensen fór til Havnar, hava vit ongan málmann. Tí kom tað væl við at Andras Gango bjóðaði seg fram. Enn er eingin avtala gjørd, men eg vænti at vit fara at gera sáttmála við hann, sigur Andrias Lamhauge sambært kringvarp.fo.
Andras Gango hevur spælt við ÍF, síðani hann kom til Føroya, umframt at hann eisini hevur virkað sum málmansvenjari hjá føroyskum U-landsliðum.
Í fjør var tó ein ávísur kuril á tráðnum millum málverjan og felagið, og seinastu vikurnar hevur verið mest sum greitt, at tað ikki var í ÍF, at framtíðin hjá málverjanum var.
Andrias Lamhauge sigur víðari, at enn er allur hópurin hjá NSÍ ikki komin upp á pláss. Eitt nú er ikki vist, at felagið fer at gera sáttmála við Potemkin, sum kemur til landið í februar.
- Hann kemur aftur til Føroya í februar og tá fer hann at venja við okkum. So fáa vit at síggja hvussu tað verður, sigur formaðurin í NSÍ við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.