Garry Kasparov handtikin

Nú bert ein vika er eftir til russiska parlamentsvalið, hevur russiska løgreglan handtikið ein av fremstu anstøðuleiðarunum, fyrrverandi talvmeistaran, Garry Kasparov Hetta hendi í samband við eina mótmælisgongu ímóti Putin forseta í dag.

Tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio var tilstaðar, tá Garry Kasparov varð handtikin, og hann greiðir DR soleiðis frá hendingini:

- Tað var eitt sindur av ófriði, og løgreglumenn stillaðu seg í rekkju. Trettan av teim leiðandi stjórnarkritikarunum vórðu handtiknir - harímillum Garry Kasparov, sigur danski tíðindamaðurin við DR.

3000 fólk vóru samlaði í russiska høvuðsstaðnum, har tey róptu orðið, frælsi, aftur og aftur, tá løgreglan fór av stað við nøkrum av teimum.

Flokkurin hjá Kasporv, Eitt Annað Rusland, skipaði fyri mótmælisgonguni.

Putin stendur annars til at vinna russiska parlamentsvalið, sum er sett at vera sunnudagin 2. desember.

Forsetaval verður í Ruslandi í marts komandi ár.