Gekk væl at hála Eivind av aftur Flesjunum

- Tað er ein stórur lætti, at skipið er leyst aftur og nú verður sleipað til Havnar, har skipasmiðjan Mest fer at kanna skipsskrokkin, siga tey hjá MRCC.

 

Pressarin sleipar Eivind til Havnar, har skipasmiðjan nú skal kanna skipsskrokkin. Myndir: Álvur Haraldsen.

 

 

Um 10.30-tíðina í morgun eydnaðist tað Brimli at hála frystilínuskipið Eivind av aftur Flesjunum, har skipið hevur staðið síðan seint fyrrapartin í gjár. 

Í gjárkvøldið segði leiðarin á MRCC, Edvard Bjarnasson, at ætlanin var at hála Eivind av aftur sama veg, sum hann hevði siglt seg fastan. 

- Kavarar hava verið niðri, og tað vísir seg, at kjølurin hvílur væl frameftir, men við síðuna av skipinum eru kneysar í bæði borð. 

 

Tískil er neyðugt at ansa eftir, at kneysarnir ikki skamfíla skipssíðurnar.

 

Nú Eivind er leysur, siga tey hjá MRCC, at tað gekk sum ætlað, tá Brimil fyri góðum tíma síðan sleipaði frystilínuskipið av aftur Flesjunum.

- Í løtuni verður Eivind sleipaður suður gjøgnum fjørðin og til Havnar, har skipasmiðjan Mest fer at kanna skipsskrokkin. Tað er Pressarin, sum sleipar, og Brimil fylgir sleipinum.

Áðrenn byrjað varð at sleipa, varð oljan tikin úr skipinum, og hetta arbeiðið byrjaði tíðliga í morgun. 

- Tað er ein stórur lætti, at Eivind nú er fingin av aftur Flesjunum í øllum góðum, siga tey hjá MRCC, sum fegnast um, at alt gekk væl.

 

Pressarin sleipar Eivind til Havnar, har skipasmiðjan nú skal kanna skipsskrokkin. Myndir: Álvur Haraldsen.