Genialt Information í dag

UMMÆLI:

Dagsins útgáva av danska blaðnum Information er bæði ræðandi og hamrandi genial í dag. Blaðið hevur framleitt tvey heilt ymisk eintøk av dagsins blað undir heitinum ?Information anno 2059?.

Ovast á heimasíðuni hjá blaðnum stendur: Vælkomin til heimin anno 2059. Til vinstri á heimasíðuni kanst tú lesa avísina frá 6. oktober 2059 í einari framtíð, har tað hevur eydnast heiminum at samstarva um at tálma veðurlagsbroytingarnar. Til høgru kanst tú lesa avísina sama dag í 2059, í einari framtíð, har samstarvið um veðurlagsbroytingarnar er miseydnaðst.

Tað eru bæði nemandi og ræðandi greinir, blaðið hevur skrivað í dagsins útgávum. Í litríku framtíðini er høvuðssøgan, at Keypmannahavn vinnur prísin sum heimsins

grønasti høvuðsstaður. Í gráu ræðslumyndini til høgru er høvuðssøgan: Vit sakna ikki bilarnar, men okkara frælsisrættindi.

Og so er ein ørgrynna av greinum í teimum báðum bløðunum, har framtíðarscenariini er ávikavist ein grønur og burðardyggur heimur og so mótsetningurin: ein krígsherjaður, dapur og fátækur heimur hjá teimum, sum liva í 2059.

Í blaðnum ber eisini til at lesa eina rúgvu um bakgrundina fyri teimum báðum framtíðarímyndunum, sum handfaringin av veðurlagsbroytingum kunnu elva til. Og hvør bakgrundsgrein hevur eisini leinki til meira kunning um evni aðrastaðni.

Fólk, sum Portalurin hevur verið í samband við í Keypmannahavn í morgun siga, at kring allan miðbýin standa fólk og býta dagsins útgávu av Information ókeypis út til borgararnar.