Í hesum tíðum, tá so nógv verður tosað um eina framtíðar føroyska oljuvinnu, er ikki so løgið, um onkur fær tann tanka, at Tórshavnar Skipasmiðja er farin undir venjingar at byggja oljuboripallar.
Inni í byggihøllini stendur eitt torn, sum hóast lítið á vøkstri leiður tankarnar tann vegin. Tað verður jú eisini sagt, at føroyska oljuvinnan skal byrja í smáum.
? Jú, jú, sigur Poul Mohr.
? Vit eru farnir at byggja ein oljuboripall. Har er hol í miðjuni til borin.
Nei, tað passar ikki. Hatta er ein aliflaki, leggur hann afturat áðrenn vit leggja hann undir at royna at lokka okkum apríl
Funningslaks
Talan er um ein aliflaka til felagið Funningslaks, sum hevur alibrúk á Funningsfirði.
? Arbeiðið byrjaði upp á flakan fyrst í mars mánað, og hann skal verða liðugur í seinast í apríl.
Hann skal sleipast norður um einaferð móti endanum av apríl mánaði, leggur Poul Mohr afturat.
Kostnaðurin fyri henda aliflakan er umleið tríggjar milliónir krónur.