Gerhard Lognberg hevur nú latið úr hondum endurminningar í bók, sum hevur fingið heitið "Stríðið er vunnið".
- Øll møta vit brotasjógvum á lívsleiðini. Nú fortelur Gerhard endiliga sína søgu - um uppvøksturin í Skopun, um lívið, politikk og menniskjuni aftanfyri alt.
Sagt verður um bókina, at hetta er ein ævisøga við hjarta - um mótloysi og sigrar á leiðini.
Gerhard Lognberg fer at halda 75 ára føðingardag í Samljóði í Skopun í morgin, fríggjadagin hin 31. oktober, og tá fer hann eisini at signera bøkur, sum verða seldar við avsláttri við høvið.
Fyrrverandi løgtingsmaðurin og borgarstjórin í Skopunar kommunu gjøgnum mong ár er føddur hin 1. november í 1950.
Tiltakið verður soleiðis bæði føðingardagur og bókaframløga, har øll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið verður í morgin frá klokkan 18 og úteftir.
##med2##
Bókin "Stríðið er vunnið" kostar 300 krónur, men hon fæst við 20 prosentum í avsláttri og signering í Samljóði í annaðkvøld.
Nýggja og forvitnisliga bókin við endurminningum hjá Gerhardi Lognberg verður annars til sølu á hesum støðum:
* Hjá Rólant, Sandur
* Rit og Rák, Tórshavn
* Gamla Bókhandil, Tórshavn
* Bókabúðini, Saltangará
* Elding, Klaksvík
* Tangabúðini, Tvøroyri











