Gerhard setir harðar treytir

Gerhard Lognberg hevur tvær treytir fyri framhaldandi at vera við í samgonguni. Sandoyartunnilin skal byrja í 2010, og hetta skal staðfestast við lóg Eftir at formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, John Johannessen, í gjár gav Gerhardi Lognberg knívin á barkan í sambandi við sandoyartunnilin, slær skopuningurin nú frá sær aftur. Hetta ger hann í opnum brævi til løgmann.

Gerhard Lognberg vísir í brævinum á, at sagt verður av summum samgongulimum, at tá ið fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt, fara 150 milliónir krónur at standa í partafelagnum Sandoyartunnilin. Hann spyr síðani tí, um hetta merkir, at byrjast skal at bora í november ella desember í 2010, og um hetta verður samtykt við lóg.

Gerhard Lognberg vil síðani hava greitt at vita, hvør tunnil skal gerast fyrst ? skálafjarðatunnilin ella sandoyartunnilin. Hann vísir á, at bæði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og landsstýriskvinnan við vinnumálum, Bjørt Samuelsen, hava sagt, at báðir tunlarnir ikki verða gjørdir samstundis, og hann søknast eftir einari greiðari útmelding.

Gerhard Lognberg kvitterar brævið við at siga, at hann krevur svar frá løgmanni áðrenn mikudagin 23. juli klokkan 15.00.

Løgmaður sigur í viðmerking við Rás 2, at hann vil hava avklárað, hvussu nógvir mans mynstra við samgonguni, tá ið tingið kemur saman á ólavsøku. Hann fer ein av komandi

døgunum at svara Gerhardi Lognberg, men hann vil ikki her og nú avdúka, hvat fer at standa í hesum skrivinum. Spurningurin er so, um løgmaður framvegis kann telja uppí seytjan, tá ið tingið kemur saman á ólavsøku. Gerhard hevur tvær treytir: Borurin skal setast í í 2010, og hetta skal samtykkjast við lóg.