Áheitan á Tórshavnar kommunu, okkara høvuðsstaður vil verða fevnandi og bjóða øllum borgarum vælkomnum, eisini tey í koyristóli, og við skerdum førleika.
– Var á einum fundi við okkara dugnaliga borgarstjóra og kom við einum uppskoti um atkomuligt WC, har sum WC skal gerast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í felagnum koyristólur skerdur førleik.
– Tú fert inn í lyft uppi á, uttanfyri og uppiyvir verandi WC við síðuna av Sjómansheiminum, ella Hvonn sum tað kallast nú.
– Tú koyrir niður á WC. Hetta kann gerast vakurt, sum eitt prýði fyri høvuðsstaðin, og er eitt risa fet fyri javnstøðu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
##med2##












