Beint fyri klokkan seks í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at sera nógv nevagrót var á vegbreytini í Eysturoyartunlinum. Serliga ringt var tað á strekkinum frá rundkoyringini til Rókina, at løgreglan gjørdi av at steingja tann partin av tunlinum. Hann var stongdur í gjár 20 minuttir.
– Hetta gav trupulleikar í ferðsluni, tí grót kom upp undir botnin á bilunum. Av tí at sera nógv grót var á vegnum frá rundkoyringini niðan til tunnilsmunnan á Rókini, varð gjørt av at steingja tunnilin, til vegurin varð ruddaður, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tunnilin varð stongdur klokkan 18:02 og lat uppaftur klokkan 18:23, sigur vakthavandi.
Førarin á bilinum verður skuldsettur, og revsingin er frádøming av koyrikortinum, sigur vakthavandi.
Løgreglan hevur eisini verið eftir nummarplátum í nátt. 9 sett av nummarplátum vórðu tiknar norðanfyri og 3 sett í Suðuroy. Tað er eftir boðum frá Akstovuni, tí at eigarin annaðhvørt ikki hevur goldið vegskatt ella trygging ella ikki hevur møtt til sýn við bilinum.