GÍ vann botndystin

Hondbóltur: Og Kyndil tók seg tvey stig fram um StÍF

Tveir dystir í kvinnudeildini vóru hetta vikuskiftið, og teir høvdu við sær, at GÍ tvífaldaði sítt stigatal, og at Kyndil legði seg tvey stig fram um næsta liðið í oddinum.

GÍ og Stjørnan, sum saman við VB liggja í botninum í 1. deild hjá kvinnum, spældu á Kambsdali leygardagin. Tá hesi somu lið spældu í Klaksvík fyrr í ár, vann Stjørnan við tveimum málum. Hesaferð var tað GÍ, sum vann, og tað gjørdu tær við fýra málum.

Gøtukvinnur komu væl frá byrjan, og tær løgdu seg beinanvegin fram um liðið úr Klaksvík. Stjørnan nærkaðist onkuntíð GÍ, men tær fingu ikki heimaliðið aftur. Í hálvleikinum vóru tvey mál á muni, og hesa leiðslu helt GÍ fast um í seinna hálvleiki. Sigurin hjá GÍ gjørdi, at tær tóku seg tvey stig fram um VB og Stjørnuna, sum hava spælt ein dyst færri enn GÍ. Hesin dysturin, sum liðini mangla at spæla, er júst ímóti hvørjum øðrum, so onkur, kanska bæði, fær stig burtur úr tí dystinum.

Í dystinum leygardagin var Linda Toftegaard toppskjútti hjá GÍ, hon gjørdi sjey mál, Beinta Joensen gjørdi seks mál og Kristine Ellingsgaard fimm. Hjá Stjørnuni gjørdi Simona Olsen heili 11 av teimum 22 málunum.

Í Vági var dystur millum odd og botn. VB tók ímóti Kyndil, og eftir ein javnan og spennandi dyst vóru tað gestirnir norðan úr Havn, sum fóru við báðum sigrinum. Úrslitið var 18-16, eftir 9-7 í hálvleikinum. Lotte Sørensen gjørdi seks mál fyri Kyndil, meðan Ann Hansen, Rakul N. Joensen og Beinta Sørensen gjørdu trý mál hvør. Christina Holm gjørdi seks mál fyri VB