Tað tykist eftirhondini langt síðani, at Føroyar flutt ein styrkisbólk upp, og vóru styrkismett høgri enn Ísland og Wales á FIFA styrkilistanum. Nú eru vit ikki ein gongd favorittar móti Gibraltar.
Tað meta veddingarfyritøkur sum Youwin, Bet-at-Home, Betclic og Expekt, meðn bwin í løtuni metir at tað er púra javnt millum Gibraltar og Føroyar.
Gibraltar hevur fingið limaskap í UEFA og er fyri fyrstu ferð nakrantíð við í eini undankapping, tá EM 2016 undankappingin verður.
Seinast Føroyar og Gibraltar spældu venjingardyst var í 2011. Tá vann Gibraltar heili 3-0, so tað er ikki heilt uttan orsøk, at veddingarfyritøkurnar hava góðan hug á Gibraltar, hóast Føroyar skuldi verið eitt sterkari landslið.
Landsdysturin millum Gibraltar og Føroyar verður leygarkvøldið.