Giktsjúk í Føroyum vánaligar umstøður

   

12.oktobur er Alheims giktadagur, og hevur Giktafelag Føroya tí tikið støðu teirra giktsjúku upp til viðgerðar, og vil fegin lýsa støðuna alment. Felagið er eitt av teimum stóru feløgunum við sínum 500 limum.
Stór vón liggur á felagnum um at tosa søk teirra giktsjúku, og felagið er sannført um at støðan er á mangan hátt, ótolandi.
Sagt verur at 5.hvørt fólk hevur gikt. Gikt er høvuðsheitið fyri nógvar ymiskar giktasjúkur. Tó eru mest kendu sløgini á okkara leiðum, liðagikt, slitgikt FMS og vøddagikt. Hettar eru sjúkur sum krevja serviðgerð. Verður ikki tann rætta diagnosan sett á sjúkuna og tann rætta viðgerðin sett í gongd alt fyri eitt, gongur ikki long tíð til sjúklingarnir gerast førleikaskerdir, og í nógvum førum eisini gerast kroniskir pínusjúklingar
Støðan í Føroyum.
Støðan í Føroyum er út av lagi vánalig. Manglandi servitan, ongin serlækni og ongin intensiv venjing er ein álvarsligur trupuleiki, sum bara sær út til at versna.
Tá eitt øki verur undirprioriterað, tá fellur eisini tann servitan sum er uppbygd burtur, og onnur sergrein tekur yvir. Ì mong ár høvdu vit serlækna á økinum, og vit høvdu fast 10 seingjarpláss á Landssjúkrahúsinum.
Ì dag er tað soleiðis at fólk skulu ikki vera innløgd longur og alt skal ganga fyri seg á einum ambulatoriið, og tað er eisini uppá sítt pláss, tí soleiðis vera sjúklingar viðgjørdir í framtíðini, men so má eitt ambulatoriið mennast og tað sum fyrr gekk fyri seg á seingjardeildini má flytast til hesa loysnina.
Ì dag er støðan soleiðis, at 2/3 av tí sum ein serlækni kostar, er tað sum er sett av til økið. Ein skipan við danskar serlæknar, sum koma her í 1 viku, 6 hvøja viku, er tað sum er avtalað. T.v s at vit hava 5 ymiskar serlæknar sum steðga 5 dagar og koma so aftur aftaná 6 vikur.
Her er ringt at fáa eitt tilknýti til læknan, pensjónssakir vera ikki viðgjørdar og kommunulæknar hava ilt við at fáa sínar akuttu sjúklingar til hjá serlæknanum, tá hann er her.
Bíðirøðirnar veksa, og fólk føla máttloysi ti teirra lívskvalitetur er so vánaligur..

Er Føroyar land fyri giktsjúk ??
Formaðurin í Giktafelagnum Leila Solmunde helt í heyst ein fyrilestur á Giktaráðstevnuni í Stókkhólmi, og hon kallaði sína fyrilestur fyri "Færøerne - et Reumatologisk U-land i Norden"
Hon legði áherðslu á tað væntandi áhugan sum er á økinum, meðan reumatologiin sær út at vera eitt doyggjandi øki í Føroyum.Tað eru tey sum eru ringast fyri, sum koma framat tí skipan sum er í dag, meðan hundraðtals Føroyingar ganga runt við eini óviðgjørdari gikt, sum bara økir um sjúkrameldingar, pensjónsumsóknir og .s.v
Veðurlagið og manglandi intensiv giktaviðgerðvið er í øllum førum ein orsøk til at giktsjúkir føroyingar eru verri fyri enn tey í okkara grannalondum, sum vit altíð ynskja at samanbera okkum við.
Tað er møguligt hjá giktsjúkum fólki í hinum Norðurlondum at samantvinna ein intensiva viðgerð uttanlanda saman við eini viðgerð og viðlíkahalds viðgerð í egnum landi, men her hava vit ongantíð haft hendan møguleikan, sjálvt um vit eru tey sum veðurmessiga/viðgerðarmessiga eru ringast fyri.
Skulu vit hava nakran møguleika at fáa góða viðgerð til okkara giktsjúku, má ein skipan gerast, sum gevur fólki møguleika at fáa viðgerð uttanlanda undir heitum og turrum himli, og á serligum viðgerðarstaði fyri giktsjúk. Somuleiðis má mann finna útav hvat fyri eitt av sjúkrahúsinum skal hava servitanina innan Reumatologi.
Hetta eigur at vera uppgávan hjá heilsuverkinum, at finna loysnir fyri viðgerðarmøguleikar til giktasjúklingar, og ongantíð hevur nakað verunligt kjak verið um, á hvørjum heilsustøði Føroyar skula og eiga at vera á.

Feløgini skerd:
Nýggja fíggjarlógin sker enn einaferð partin hjá feløgunum at gera eitt rímiligt arbeiði.
Ikki vita politikarir á økinum hvussu stór vitan feløgini hvør sær liggja inni við, og hvussu nógv hesi spara almennu fyrisitingini fyri vanliga upplýsing. Feløgini og Meginfelagið gera eitt megnararbeiði fyri einstaka Føroyingin, sum hevur eina sjúku ella brek, men politiski myndugleikin gevur bert eftir sum teir nú meina er rímiligt.
Nøkur feløg fáa serstaka játtan, tað unni eg teimum so hjartaliga, og hini 20 feløgini sum standa í meginfelagnum missa í ár 500.000,- sum tey fingu uppá í fjørð og væntaðu og fingu at vita varð ein byrjan til at gera øll feløg líka fyri fíggjarliga.
Eitt gott arbeiði i feløgunum dettur niðurfyri og tilrættaløgd tiltøk mugu takast av skránni aftur. Ein vanvirðilig virðing fyri einstaka felagnum í Føroyum, sum Giktafelag Føroya átalar harðliga.